Sandnes vann fyrsta upp- og niðurflytingardystin

Pauli Jacobsen bjargaði ein triðing av málroyndunum í kvøld

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Sandnes hava í kvøld spælt fyrsta upp- og niðurflytingardystin móti Bodø, ið endaði triðfremst í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. Sandnes endaði triðaftast í bestu hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í Vår Energi Arena vann Sandnes greitt 27-20 á Bodø. Í steðginum var heimaliðið á odda 12-9.

 

Tað gekk væl hjá Paula í kvøld, ið bjargaði 10 av 30 málroyndum í dystinum. 

 

Komandi mikudag klokkan 17 hittast liðini aftur norðuri í Bodø.