Fyri tað fyrsta tykist Gerhard Lognberg ikki at vita, hvør ið situr í flokksleiðslu flokksins, hvørji tey umboða og hvussu hesi verða vald. Tað kann tykjast løgi, men havandi í huga hvussu ofta hann er møttur á fundum í flokkinum, er tað kanska ikki so løgi kortini.
Hvørt valfelag í Javnaðarflokkinum eigur flokksleiðsluumboð í mun til limatalið. Valfeløgini velja sini umboð á aðalfundi, og verður hetta val staðfest á landsfundi. Formaðurin í valfelagnum er altíð flokksleiðsluumboð. Á flokksleiðslufundi kunnu varalimir og nevndarlimir í valfelagunum eisini møta, men hesi hava bert talurætt og ikki atkvøðurætt. Flokksleiðslan er hægsti myndugleiki millum landsfundirnar.
A landsfundi verður starvsnevndin vald við beinleiðis vali, har hvørt valfelag hevur atkvøðutal sambært tal av limum í valfelagnum. Hvør ið situr í starvsnevndini, sum er dagliga leiðsla floksins, kan síggjast á HYPERLINK "http://www.j.fo" www.j.fo
Tunnilssemjan sum Gerhard ikki tók undir við sigur soleiðis :
Sandoyartunnilin
• Løgtingið samtykkir í ólavsøkutingsetuni at seta P/F Sandoyartunnilin á stovn við stovnsfæi.
• Samgongan semist um árliga upphædd, 50 mio kr, at seta í partafelagið.
• Projektering av Sandoyartunlinum verður gjørd í heyst.
• Uppskot til nýggja verklagslóg fyri Sandoyartunnilin verður lagt fyri Løgtingið í ólavsøkutingsetuni. Í verklagslógini verður staðfest, at farið verður undir Sandoyartunnilin tá eginognin hjá partafelagnum er 150 mio kr., sum er eftir at fíggjarlógin fyri 2011 er samtykt.
Henda semja inniheldur bæði dato fyri nær arbeiðið skal fara í gongd og pening til verkætlanina. Hóast tað tók Gerhard ikki undir við hesum, men valdi ístaðin at taka teppið undan sitandi samgongu. Hvussu hann nú kann fáa ein Sandoyartunnil, og hvør á tingi skal atkvøða hann ígjøgnum, er mær ein gáta, tá ið bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava boðað frá, at teir taka ikki undir við tunnilssemjuni.
Eg eri farin ar ivast í, um sandoyartunnilin er einasta dagsskráin, ið Gerhard og onnur hava. Hetta eftir at hava verið kallað kallað quislingur, vera løgd undir ikki at vera javnaðarfólk og áhaldandi páhaldini hjá Gerhard um, at ongin er javnaðarfólk uttan hann, tí vit sambært Gerhard vilja minka blokkin, avtaka sjómannafrádráttin, minka fiskidagarnar og hækka pensiónsaldurin til 71 ár, eri eg farin at ivast í um sandoyartunnilin er einasta dagsskráin, ið Gerhard og møguliga onnur hava.
Viðvikjandi luttøku floksins í samgongu við Tjóðveldi og Miðflokkinum og nevnda blokkniðurskurðin er at siga, at flokksleiðslan tók undir við bæði samgonguluttøkuni og innihaldinum i samgonguskjalinum. Hóast nøkur ikki vóru so fegin um orðingarnar um blokkin, so var hetta ikki gjørt til nakað kardinalpunkt. Breið semja var um, at rætt var at fara í hesa samgonguna, tí mett varð, at samgonguskjalið var á tremur við Javnaðarpolitikki. Eisini kann eg nevna, at síða 1 í samgonguskjalinum sigur, at øll átøk, harvið eisini niðurskurður av blokkinum, eru tengd at búskaparstøðuni.
Viðvíkjandi sjómannafrádrattinum er at siga, at hesin spurningur ikki er viðgjørdur hvørki í samgonguni ella í flokkinum.
Viðvikjandi fiskidøgunum, so er tað stevna floksins at vit skulu verja fiskastovnarnar og hava eina burðardygga veiðu, so eisini okkara eftirkomarar kunnu halda áfram at fáa úrtøku úr fiskivinnuni. Nu fiskiskapurin av toski er farin úr 34.000 tonsum í 2002 og niður í 14.000 tons í 2007, má hvørt mansbarn skilja, at hetta ikki er burðardygt, og at vit ikki kunnu halda fram onki at gera. Tað er ikki bert nøgdin ið er minkað, eisini í peningi er úrtøkan minni. Tað snýr seg um eini 400 milliónir í mistari inntøku til samfelagið. Um tað er javnaðarpolitikkur ikki at vilja tryggja okkara búskaparliga grundarlag, so standi eg spyrjandi.
At Javnaðarflokkurin vil longja pensiónsaldurin til 71 ár, er beinleiðis ósatt. Eitt kjakupplegg er komið frá einum embætismannabólki, men hetta upplegg hevur ikki verið til politiska viðgerð enn. Okkara landsstýrismaður i almanna og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, boðaði beinanvegin frá í fjølmiðlunum, at hetta tók flokkurin ikki undir við, eins og undirritaða og fleiri onnur í tingbólkinum frá tingsins røðarapalli hava sagt tað sama.
Samanumtikið má ein spyrja seg sjálvan, hvat tað er, ið Gerhard Lodnberg vil, tá ið hann tekur teppið undan møguleikanum hjá sínum egna flokki at sita við stjórnarvaldi, tá hann ikki tekur undir við tunnilssemjuni, ið vildi fingið sandoyartunnilin nærri veruleikanum enn nakrantíð, og síðst men ikki minst framhaldandi ber fram ósannindi um politikkin hjá flokkinum.