Verkfallið
Meðan landið stórt sæð verður lagt lamið av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum, anir enn í Sandoynni.
Síðani bensin og olja fóru at ganga undan aðrastaðni, hava fólk ferðast dúgliga um Skopunarfjørð við bili, so tey kunnu fáa sær tangan fyltan.
Serliga teir fyrstu dagarnar høvdu fleiri fult av dunkum í bilinum, so tey kundu rættiliga leggja inn undir seg ella keypa fyri onnur, men tað er ikki so nógv av tí flutninginum meira.
Ikki er loyvt at hava meira enn ein litur av bensini og fimm litrar av dieselolju við sær í bilinum umborð á ferjuni.
? Vit hava ikki loyvi til at kanna bilarnar hjá fólki, so vit kunnu ikki annað enn siga teimum, hvat tey hava loyvi til og ikki, sigur Jonhard Johannesen, skipari á strandfaraskipinum »Ternuni«, ið røkir siglingina um Skopunarfjørð í løtuni, tí »Teistin« er á beding.
? Í teimum førum, har vit hava sæð, at fólk hava fleiri dunkar í bilinum, hava vit kortini steðgað teimum. So nakrir bilar hava verið noyddir at sloppið sær av við dunkarnar, áðrenn teir eru slopnir umborð.
Stóri áhugin fyri farleiðini um Skopunarfjørð í hesum døgum er annars nakað, teimum dáma sera væl umborð á »Ternuni«.
? Tað sigur seg sjálvt, at tað er nógv stuttligari hjá okkum, sum sigla, tá nógv fólk og nógvir bilar eru við, tí tá gongur arbeiðið nógv skjótari, sigur skiparin.
? Av tí at vit eru upptiknir frá morgni til myrkurs og hvønn túr hava nógvar bilar á dekkinum, verður dagurin skjótari liðugur.
Brennievni til pizza
Tá komið er í land í Skopun, liggur leiðin suður á Sand, og á Statoilstøðini á Todnesi standa longu fleiri bilar og fylla sær á tangan.
Ikki stendur á at fáa tað, ein hevur brúk fyri, tí har fæst bæði dieselolja, blýfrítt bensin og kaliumbensin.
Ein av teimum, sum mikumorgunin hevði leitað sær suður at fylla á, var stjórin í Pizza 67 í Havn, Höskuldur Pállsson, sum hevði ikki færri enn tríggjar bilar við sær.
? Vit mugu royna at halda bilarnar hjá okkum koyrandi, tí vit koyra pizza út, so einasta grundin til, at eg eri komin suður saman við tveimum øðrum, er at fylla á tangarnar, so vit fáa koyrt pizza út í einar tveir dagar aftrat, sigur hann.
? Onkur av hinum bilunum hjá okkum er til dieselolju, so vit fáa kanska hildið tænastuna við líka í nakrar dagar aftrat.
Höskuldur sigur, at Pizza 67 enn hevur so mikið av rávøru eftir, at tey enn kunnu gera pizza. Rávøran, tey hava brúk fyri, er fyrst og fremst mjøl og ostur, men so skal sjálvandi eisini onkur fylla til aftrat.
Meðan fylt verður á teir ymsu bilarnar, hoyrist eisini onkur stuttlig søga av og á, og ein heimasandsmaður veit at siga, at tveir unglingar úr Havn ikki sluppu av oynni aftur, eftir at teir tað eina kvøldið mitt í viku vóru komnir suður at fylla sær tangarnar:
? Teir høvdu hugt at skeivu tíðunum í ferðaætlanini og hildu seg sleppa avstað seinni. Men tað vísti seg, at teir túrarnar siglir báturin bara fríggjakvøld og sunnukvøld, so einki var at gera hjá teimum, enn at finna sær song her suðuri.
Eisini veit onkur at siga frá, at sandoyingar, ið arbeiða í Havn, hava ein nýggjan bil við sær suður hvørt kvøldið, sum teir so taka við sær aftur til Havnar við fullum tanga morgunin eftir.
Eitt sindur eftir enn
Tá flestu bilarnir, ið eru komnir við »Teistanum« henda túrin, eru farnir víðari, kemur ein tangabilur frá Statoil á støðina, og hann ger seg beinanvegin út til at fylla meira dieselolju á stóra tangan hjá støðini.
? Hetta eru á ein hátt góðir dagar hjá okkum í Sandoynni, tí tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri bæði blýfríum bensini og dieselolju, sigur Tórur Johannesen, avgreiðslumaður hjá Statoil í Sandoynni, sum sjálvur koyrir tangabilin og tekur sær av at fylla á.
? At tað mesta fólkið kemur aðrastaðni úr landinum síggja vit jú, tí »Ternan« setir mestsum met hvønn dag. Men tey skulu sjálvandi vera vælkomin higar at fylla sær á tangarnar, tí vit sandoyingar keypa jú so nógv aðrastaðni sjálvir. Einki er at siga til tað.
Tórur vil ikki endiliga siga, hvussu nógv hann hevur eftir av ymsa brennievninum, men hann heldur ikki, at hetta er síðsta áfyllingin av diesel, sum hann koyrir á.
? Nei, enn er eitt sindur eftir, og vit senda heldur ongan apríl í Sandoynna, so tey skulu nokk fáa tað at vita, um tað verður tómt hjá okkum, heldur hann.
? Fólk ringja út at kalla øllum landinum at frætta um, hvussu er við bensini og olju, og so siga vit teimum sjálvandi, hvussu vorðið er. Tað ber kanska til at siga, at okkara frammanundan breiði kundaskari í hesum døgum er breiðari enn nakrantíð.
Tórur sigur seg ikki júst hava lagt inn undir seg undan verkfallinum, men at hann nokk hevði tað í huganum, tá tað sá út til, at sleppast kundi ikki undan verkfalli.
? Tað óvanliga fyri okkum er nokk helst, at strandfaraskipið framvegis siglir, tí onnur ár, tá verkfall hevur verið, hevur tað ofta verið nakað av tí fyrsta, sum hevur verið rakt. Hesa ferð ber væl til at ferðast suður, og tann møguleikan brúka fólk so, heldur Statoil-avgreiðslumaðurin á Sandoynni.
Bamsur avloysa frukt
Tá bensinvísarin hevur fingið ein uppstrammara, verður farið eina rundferð í oynni, í einir tveir tímar eru, til »Ternan« aftur siglir um Skopunarfjørð.
Á veg gjøgnum Sandsbygd er friðarligt. Ikki so nógv fólk at síggja úti, men klokkan er heldur ikki meiri enn gott og væl átta.
Uttan fyri matvøruhandilin Eldhús á Sandi stendur ein plattur av mjólk, sum er komin yvir um Skopunarfjørð eina løtu frammanundan.
? Mjólkin er tað einasta, vit fáa nú. Verkfallið er eisini so smátt farið at síggjast aftur á hillunum hjá okkum, sigur handilsmaðurin, Karl Johan Petersen.
? Longu teir fyrstu dagarnar vóru vit í uppisetri við eplum og vesipappíri, og eisini var skjótt, at eingin viðskeri var eftir. Fólk vildu kanska binda um heilan fingur, tá verkfallið byrjaði, og tí keyptu tey kanska heldur meiri av teimum mest neyðugu vørunum, enn tey annars gera. Men sovorðið sum kølivørur og frukt er eisini uppi hjá okkum.
Hetta síðsta sæst eisini aftur, tí í grønu hillunum, har súrepli, appelsinir og annað plagar at vera, hava tey sett nakrar fittar bamsur, so tað ikki skal síggja so tómt út?
Ein stutt rundferð í handlinum vísir tó, at ikki allir diskarnir eru so skralltómir, sum teir kanska eru tað í høvuðsstaðnum og á meginøkinum. Eitt nú er fitt av døgurðamati eftir í frystaranum.
? Ja, nakað av frystivørum er eftir, men nú fer eisini at minka burtur av tí. Og tá vit onga nýggja vøru fáa, man tað eisini fara at tømast her hjá okkum, sigur Karl Johan, ið heldur støðuna vera nøkulunda ta somu hjá hinum matvøruhandlunum, sum eru í oynni.