Sandoyingar vunnu toppdystin

1. DEILD: Nú restar millum lítið og einki í, áðrenn tað verður staðfest, at B71 aftur fer at spæla í Meistaradeildini

Tað var toppuppgerð inni í Dal á Sandi í dag, tá ið B71 hevði vitjan av Víkingi. B71 er topplið, og Víkingur var undan dystarbyrjan tvey stig aftanfyri sandoyingar og hevði harvið møguleika við sigri at taka oddasessin.

 

B71 vann 3-0 og styrkti harvið um sína støðu sum topplið. Nú tað eru sjey umfør eftir at spæla, hevur B71 50 stig. Tað eru 23 stig aftur til ÍF, sum í løtuni spælir á heimavølli í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá B36. Um ÍF ikki vinnur fulla úrtøku, so verður uppflytingin hjá B71 veruleiki longu í dag. Tað sær tó út til, at tað verður neyðugt hjá teimum í B71 at bíða inntil næsta leygardag, tá ið B36 verður gestur á Sandi. Eftir fyrra hálvleik í Gøtu er ÍF frammanfyri 4-0.

 

Aftur í dag áttu donsku spælararnir stóran leiklut, tá ið B71 fyri 16. ferð í ár fór av vøllinum við øllum stigunum.

 

Í fyrra hálvleiki vóru tað spentar støður og málmøguleikar frammanfyri bæði málini, men tað var málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg.

 

Fimm minuttir eftir steðgin legði Lucas Ørneborg heimaliðið framum 1-0, og uppleggið átti Suni Herman Petersen. Hetta var 23. málið hjá 24 ára gamla Lucas Ørneborg, ið er suverenur toppskjútti í deildini.

 

Hini bæði B71 málini skoraði Tobias Koktvedgaard, tá ið ávikavíst ein tími var farin, og tá ið tað restaðu seks minuttir. Danski spælarin, sum í morgin fyllir 21 ár, hevur nú skorað átta mál í ár. Hann kom til B71 síðsta summar, og í fjør skoraði hann fimm mál, veit FaroeSoccer at siga.

 

Næsti dystur hjá B71 verður leygardagin á heimavølli ímóti B36.

 

Næsti dystur hjá Víkingi verður leygardagin á heimavølli ímóti HB.