Sandur niður um álíkningina

Sands kommuna, sum síðst í 80-unum hevði eina sera stóra skuld uppá yvir 50 milliónir krónur, er nú komin niður um eina álíkning í kommunuskuld.

Tá hetta árið endar, verður støðan hjá Sands kommunu tann, at hon hevur eina nettoskuld uppá umleið 11 millónir krónur. Tað hevur kommunan fingið váttan fyri frá Fíggjarmálaráðnum.

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sigur at kommunan hevur valt at koyrt við lágum blussi, so tað skuldi bera til at koma niður um álíkningina, og nú fær kommunan helst størri rásarúm at gera ymiskt, ið hevur ligið á láni.

Við árslok í fjør var nettoskuldin hjá Sands kommunu 14,3 milliónir krónur, og tann 31. oktober í ár var hon komin niður á 10,8 milliónir krónur, sum er væl undir álíkningini, sum í ár er góðar 15 milliónir.

Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.