Salurin var fullsettur og stemningurin var góður. Tá leiktjaldið fór frá, var tað fyrsta ein sá, teir spennandi litríku búnarnir sum hoyrdu hesi tíðini til, hettar var gjøgnumgangandi, eitt sera flott avrik av Beintu Vilhelmsen.
Tað var bert tann eina palluppsetingin, so møguleikin fyri fjølbroytni var avmarkaður. Hóast hettar gjørdi frálíka ljóssetingin at pallurin broyttist í ávísan mun og tú hevði kensluna av at pallurin broyttist eitt sindur, alt eftir søgugongdini. Eitt sera gott hugskot var at lýsa myndir á hvítu klæðini hjá leikarunum og harafturat varð ein mynd eisini teknað meðan leikurin fór fram.
Vit vóru leidd gjøgnum søguna um nakrar hippiarar í New York, og lat meg bara siga beinanvegin at sjálv søgan er sera tunn. Dánjal Hoydal hevur gjørt eitt megnar arbeiði í týðingini, men tað skerst ikki burtur at sjálv søgugongdin kundi verið meiri umfatandi. Tí er kanska ilt at skilja, hví júst hesin leikurin varð valdur at framføra. Tó skal sigast at leikstjórin hevur við uppsetingini av leikinum fingið nógv burturúr hesi søguni, so Elin á Rógvi eigur rós uppiborið fyri tað.
Framførslurnar hjá leikarunum vóru góðar, og tú hevði eina kenslu av at leikararnir hvíldu í ymsu leiklutunum og hettar gjørdi leikin sannførandi. Serliga havi eg hug at nevna Búa Rouch sum í leiklutinum sum Úlvur var framúrskarandi.
Dansararnir vóru við sínum frálíka avrikið við til at tvinna ymsu pallmyndirnar saman og við til at lýsa huglagið í leikinum. Hettar gjørdu tær fyrimyndarliga.
Tónleikurin í leikinum var spennandi, ikki so nógv kend løg, men harafturímóti nógv góð løg. Stuttligt er at síggja eina so stóra rúgvu av ungum sera dugnaligum tónleikarum. Líka fra rútmubólkinum til blásarar og strúkarar. Tónleikararnir vóru uttan iva við til at hækka støðið i leikinum og gjørdu at ein sat eftir við einari góðari kenslu. Ljóðið hendan dagin var væl frágingið. Blásararnir og strúkararnir, sum ofta í slíkari uppseting ikki koma ordiliga fram, vóru heilt týðulig í ljóðmyndini. Hettar gjørdi at ymiskleikin í ljóðinum kom fram og gjørdi ljóðmyndina spennandi og avbjóðandi fyri áhoyrararnar.
Rútmubólkurin legði eitt trygt grundarlag undir framførsluni og har var eg serliga hugtikin av bassistinum Ísaki Petersen, sum spældi sannførandi gjøgnum alla framførsluna.
Rútmiska kórið í Hoydølum sum hevur verið virkið í eitt mannaminni, var sjálvandi eisini við og komu tey væl frá uppgávuni. Kórið hevði ein góðan klang og sangararnir vístu í størri mun enn í sangleikum áður, at tey kundu syngja reint, hóast frástøðan teirra millum á pallinum ofta var stór.
Stuttligt var at síggja ymsu sangararnar framføra og serliga komu mannligu sangararnir væl frá uppgávuni. Kvinnuligu røddirnar stóðu seg ikki eins væl, ein hevði kensluna av, at tær til tíðir ikki megnaðu trupla javnvágina millum sang og róp, serliga á høgu tónunum. Tó so, helt at Susan Nattestad sang sera væl og dugdi væl at brúka røddina, flott avrik. Sangurin var annars javnt góður og tað boðar frá góðari innlæring. Í mun til leikir sum hava verið áður, vóru sangararnir tí javnari í støðið heldur enn at nakrir fáir eru góðir.
Tó má eg nevna ein, og tað er Bjarki Hansen, sum við síni frálíku rødd bar fram leiklut sín, sera sannførandi. Vónandi koma vit at hoyra meiri frá honum !
Ofta eru tekniskir trupuleikar tá slíkar stórar framførslur sum hendan eru at síggja og hoyra. Men hendan dagin var einki tílíkt at hóma, øll “headsettini” virkaðu væl og tú hoyrdi allatíðina ymsu leikararnar/sangararnar væl.
Samanumtikið er sjálv uppsetingin av leikinum góð og eg havi stóra virðing fyri tykkum øllum, sum hava verið við til at sett hendan leikin upp. Tað er flott klára at hava fingið alt hettar burtúr sera einfaldu søguni.
At hava so nógv gávurík ung fólk í hesum landinum er fantastiskt. Takk fyri øll somul !