Aftaná dystin á Argjum millum AB og ÍF, sum ÍF vann 1-0 fekk Sportalurin/Rás2 eisini orðið á Sjúrð Olsen, sum er formaður í FC Argjum, sum rekur effodeildarliðið hjá felagnum.
Sjúrður Olsen hevur somu kenslu, sum venjarin Sámal Erik Hentze og Sorin Anghel. Leikliga gongur tað væl hjá AB, men málini og stigini mangla.
Sjúrður Olsen fortelur, at tað er sannlíkt, at AB fer at styrkja um álopspartin við einum spælarakeypi uttanfyri landoddarnar. Hetta spælarakeypið fer tó ikki framt í verki, um AB liggur langt aftast á stigatalvuni, tá liðini fara í summarfrí seinast í juni mánað.
Tað ber til at hoyra prátið við Sjúrð Olsen í ljóðbrotinum undir greinini.