Sansir ger tað væl við nýggjari heimasíðuskipan

Við nýggju heima­síðuskipanini Sansir.net 2.0 er tað vorðið lættari enn nakrantíð at gera heimasíður og dagføra tær. Við fleiri enn 150 føroyskum og útlendskum heima­síðum á baki hevur Sansir.net prógvað, at tað er ein dygdargóð skipan. Ein av hesum er heimasíðan hjá Faroe Petroleum, ið varð kosin besta heima­­síða á AIM keyp­skálanum í London fyrr í á

At hava eina vælvirkandi og livandi heimasíðu er vorið eitt sera týðandi sam­skiftis- og søluamboð. Tosa vit um eitt nú virkir og stovn­ar, so eru tað nógv, ið vilja hava eina heimasíðu­loysn, ið er ómaksleys at brúka og at umsita, og sum samstundis gevur nógvar og fjølbroyttar møguleikar.

Sansir slóðar vegin

Hetta hevur fingið Sansir, sum eru serkøn í heima­síðuloysnum, at menna eina skipan, ið tey rópa Sansir.net. Ein víðkað versión er júst komin á marknaðin, ið kallast Sansir.net 2.0.

Sansir.net 2.0 er so løtt at brúka, at við hesari skipan kunnu øll røkja og dagføra eina heimasíðu. Harafturat gevur Sansir.net 2.0 nógvar møguleikar. Við henni ber til at gera broytingar bein­leiðis á heimasíðuni, líka­mikið hvar tú ert staddur. Til ber at minka og klippa myndir beinleiðis í Sansir.net 2.0, og tað sparir tíð og orku samanborið við, um ein skal viðgera myndirnar í einum øðrum forriti fyrst, áðrenn tær verða lagdar út á heimasíðuna, sigur Tór Ver­land Johansen, samskiftis- og internetráðgevi hjá Sans­um; og hann heldur fram:

Tað er lætt at kanna heima­síðuna, áðrenn hon verður gjørd virkin, og hon hevur eina neyva brúkara­stýring, sum er eitt hent amboð hjá arbeiðsplássum við nógvum starvsfólkum, sum hvør í sínum lagi skulu dagføra síni økir á heima­síðuni.

Lítið er at ivast í, at Tór Verland Johansen og hans­ara starvsfelagar á Sansum eru ikki tey einastu, sum dáma hesa heimasíðuskip­anina væl. Sansir hevur veitt sínar tænastur til hópin av viðskiftafólkum – ikki bara í Føroyum, men eisini í útlandinum. Higartil er tað blivið til fleiri enn 150 fyritøkur, feløg, stovnar og kommunur, sum hava ognað sær heimasíðu, ið er bygd á Sansir.net. Ein av hesum heimasíðum er tann hjá Faroe Petroleum í Aberdeen, ið vann ein prís fyrr í ár sum besta heimasíða mill­um tær umleið 1700 fyri­tøk­urnar á AIM keypskálanum í London.

Donsk fyritøka vann innanhýsis prís

Nýliga vann ein útlendsk fyritøka ein innanhýsis prís hjá Sansum, ið tey rópa »Ársins Sansir.net-loysn 2008«. Hetta hendi tann 30. oktober í ár, tá nýggja Sansir.net 2.0 varð víst fram fyri umleið 70 fólkum um­­boðandi ymsar fyritøkur, feløg, stovnar og kommunur. Vinnari gjørdist fyritøkan Norsk Rejsebureau, og Jeanette Førstø úr Norsk Rejsebureau, sum er ein hin elsta ferðaskrivstovan í Dan­mark, var komin til Føroya at taka ímóti heiðurslønini. Hon segði soleiðis:

Vit ynsktu eina professio­nella heimasíðu, ið var løtt at brúka, og tað fingu vit. Sansir.net er ein sera brúk­aravinarlig skipan, og vit hava havt stóra gleði av teim­um mongu møgu­leik­un­um, sum hon gevur.

Tað var á deildini hjá Sans­um í Danmark, at avtal­an millum Sansir og Norsk Rejsebureau kom í lag.

Norsk Rejsebureau hava sýnt stóran arbeiðshug og sett seg væl inn í allar møguleikarnar í Sansir.net skipanini. Eisini hava tey lagt dent á dygdargott inni­hald, bæði í myndum og í teksti. Heimasíðan verður javnan dagførd við nýggjum ferðamálum og kostnaðar­broytingum og hevur góða og lætt lesiliga kunning um tænastur og vørur, sigur Tór Verland Johansen.

Heimasíðan hjá teimum kann síggjast á

www.norskrejsebureau.dk

 

Eitt annað sum Sansir hevur lagt seg eftir er at menna skipanina soleiðis, at hon kann koyra á bæði Mac og PC. Nevnast kann eisini, at skipanin hevur tekstvið­gerðarforrit við millum ann­að føroyskum rættstavara, ið er sera líkt Word hjá Microsoft, og so hevur skip­anin eisini eina væl virkandi tíðarstýring, sum kann brúk­ast allastaðni í skipanini. Til dømis kann tíðarstýr­ingin vera eitt hent amboð hjá einum handli, sum vil kunna um eitt nýtt tilboð, men ikki ynskir at leggja hetta út á heimasíðuna, fyrr enn tíðin er inni til tess, og somuleiðis ynskir at taka tað av aftur heimasíðuni, tá tilboðið ikki er galdandi meir. Við tíðarstýringini ber til at gera alt hetta sjálv­virk­andi.

 

----------------------

Útlendski marknað­urin í fokus

Tór Verland Johansen, sam­skiftis- og internetráðgevi hjá Sansum, sigur, at í kom­andi ári verður meira ferð sett á virksemi við atliti til útlendska marknaðin. Sans­ir hevur havt eina deild í Keypmannahavn í eina tíð, men hevur ikki brúkt serliga nógva orku uppá at selja Sansir.net.

Kortini hevur Sansir selt 10 heimasíðuloysnir í Dan­mark í ár, og fleiri eru á veg í komandi ári. Tór Verland Johansen ivast ikki í, at við nýggju útgávuni, Sansir.net 2.0, er rætta løtan komin til at gera ein vørr á flat­lond­um.

Vit ætla at gera partnara­avtalur í 2009, og tann fyrsta er nærum komin und­ir land, sigur Tór Verland Jo­hansen.

Partnaraavtala merkir í hesum sambandi, at aðrar fyritøkur selja heima­síðu­loysnir, sum eru bygdar á Sansir.net 2.0. Harafturat verður Sansir.net umsett til spanskt, so at skipanin kann seljast í Spania og í Peru.

Hetta millum annað tí, at tey fólk sum eru í starvi hjá Sansum í Spania og Peru feg­in vilja selja skipanina har, sigur Tór Verland Johansen.

-----------------

Stutt um skipanina

 

Sansir.net 2.0 er ein skipan til alnet og intranet heimasíður, ið er løtt og smidlig at brúka. Skipanin letur upp í einum internetkaga, og tað ger, at tað er skjótt og lætt at gera dagføringar og broytingar, líkamikið hvar ein er staddur – á arbeiðsplássinum, í útlandinum ella heima við hús.

Sansir.net er ein sokallað »Content Management Skipan« (CMS), ið byggir á nýggjastu tøknina hjá Microsoft.NET. Hon er grundað á standard modulir, sum eru løtt at arbeiða við og kann nýtast til bæði til Windows og Mac OS.

Kelda: Sansir

-----------------

FAKTA

Sansir.net hevur fostr­að fleiri enn 150 vev­síður og portalar bæði í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noreg og í Skot­landi. Í juni í ár vann ein av teimum, heima­síðan hjá Faroe Petroleum, prísin sum besta íløguheimasíða á keypskálanum AIM í London. Tað eru umleið 1700 fyritøkur úr 26 londum skrásettar á AIM, og av teimum vóru 6 tilnevndar til prísin, sum Faroe Petroleum altso vann