Sarah er farin í ringin og tað kókar

Um eina løtu vita vit, um Sarah Mahfoud enn er heimsmeistari í fjaðurvekt-boksing, ella um tað í staðin verður týska Nina Meinke

“Hon er úr Føroyum, men býr í Danmark. Lat okkum geva henni eina stóra hond…. Sarah Mahfoud!!!”

 

Nøkunlunda soleiðis rópti verturin, tá hann fyri lítlari løtu síðani presenteraði føroysku Sarah Mahfoud, tá hon fór í ringin saman við týska avbjóðaranum Nina Meinke.

 

Tær boksast í skrivandi stund um heimsmeistaraheitið. Sarah eigur tað og skal nú verja tað, meðan Nina vil vinna tað frá henni. Men Sarah hevur ongar ætlanir um at tapa - tað sæst longu nú, tí hon er í hvussu er komin heilt væl frá byrjan.

 

Tað var øgiligur rómur, tá Sarah bleiv klappað inn í ringin í áðni.

 

Betri og fleiri myndir koma um lítla løtu.