Okkurt kundi bent á, at republikanararnir hugsaðu seg ikki nóg væl um, áðrenn teir gjørdu av, at Sarah Palin skuldi stilla upp sum varaforsetaevni hjá John McCain. Í hvussu er hevur hon fingið nógv pláss í amerikonsku fjølmiðlunum teir seinastu dagarnar, og tað er ikki jústan tann umrøðan, sum hon og McCain høvdu ætlað.
Fyrst kom fram, at ein 17 ára gomul dóttir hennara er við barn, og sambært amerikonskum fjølmiðlum samsvarar tað ikki serliga væl við sjónarmiðini hjá Sarah Palin um ungfólk og kynslív.
Nú hava fjølmiðlarnir eisini grivið fram, at Sarah Palin hevur verið virkin limur í flokkinum AIP, sum teir seinastu 30 árini hevur virkað fyri einari fólkaatkvøðu um at loysa Alaska frá USA. Slagorðið hjá flokkinum er "Alaska First - Alaska Always", og tað rímar illa við slagorðið hjá John McCain um "Country First", skriva fjølmiðlarnir.
Forkvinnan í AIP, Lynette Clark, sigur við ABC News, at tað er ófatiligt, at Sarah Palin skal stilla upp saman við John McCain, hvørs sjónarmið viðvíkjandi Alaska eru beint ímóti teimum hjá henni.