Nýggi heimsmeistarin í boksing, Sarah Mahfoud, ætlaði sær til Føroya í dag fyri at taka sær av løttum aftaná nógvar vikur við intensari venjing. Í Føroyum ætlaði hon sær millum annað at vísa gullbeltið fyri ommu síni.
Men hetta má bíða eina løtu, tí nú er Føroyaferðin útsett. Tað er hon av góðum grundum, tí Sarah er nevniliga bjóðað til pannukakur hjá yvirborgarstjóranum í Keypmannahavn, Frank Jensen í morgin.
Tað er ikki ein og hvør, sum verður bjóðaður til siðbundnu ráðhúspannukakurnar. Men Sarah Mahfoud er heldur ikk ein og hvør - hon er heimsmeistari í boksing. Hennara megnaravrik verður nú viðurkent av borgarstjóranum, sum fer at ynskja henni alment tillukku í morgin klokkan 11:15.
– Eg mátti ringja til ferðaskrivstovuna og siga, at eg varð bjóðað í Ráðhúsið, so eg mátti útseta ferðina. Tað er mær ein stórur heiður, og fyri boksing yvirhøvur, at verða bjóðað til ráðhúspannukakur, og eg gleði meg at hitta yvirborgarstjóran, sigur Sarah Mahfoud við miðilin Sjællandske Nyheder.
Sjálvur gleðir yvirborgarstjórin seg at hátíðarhalda føroyska boksaran.
– Tað er stórt fyri boksing í Danmark, at Sarah Mahfoud leygarnáttina kundi fara í IBF HM-beltið aftaná ein tryggan heimasigur. Nú hevur boksiheimurin fingið eina nýggja kvinnuliga fyrimynd. Eg ynski Sarah Mahfoud tillukku og gleði meg at hátíðarhalda hana við ráðhúspannukakum, sigur Frank Jensen við sn.dk.
Sarah kemur heldur til Føroya seinni í vikuni, og hon verður at hitta í SMS leygardagin 8. februar um 14-tíðina.