SAS-flogfar nær við samanstoyt

Tað var um reppið, at eitt flogfar hjá SAS og eitt annað flogfar stoyttu saman á flogvøllinum í Hamburg seinasta sunnudag.

SAS-flogfarið, sum kom úr Kastrup, gjørdi klárt til at lenda á flogvøllinum í Hamburg. Men um somu tíð fyrireikaði eitt flogfar hjá felagnum Emirates seg til at fara á flog uttan at hava fingið tað neyðuga loyvið.

Til alla lukku varnaðist ein vakin flúgvileiðari, hvat var á vási. Tað eydnaðist honum at steðga Emirates-flogfarinum, so tað ikki fór á flog, samstundis sum hann fekk SAS-flogfarið at bíða við at seta seg.

Tað er heimasíðan check-in.dk, sum ber tíðindini, og talsmaðurin hjá SAS, Mikkel Trane, váttar fyri heimasíðuni, at tey eru sonn.

-Flogskiparin á okkara flogfari kunnaði ferðafólkini um, hví flogfarið ikki setti seg sum ætlað. Síðani setti hann flogfarið niður á vøllin, og alt gekk, sum tað skuldi, sigur Mikkel Trane.