Tað skandinaviska flogfelagið SAS hevði 750 milliónir krónur í halli tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, og øskan úr Íslandi hevur kostað felagnum einar 350 milliónir krónur afturat.
Greinarar eru ikki ovfarnir av tí vánaliga úrslitinum, tí SAS kunngjørdi longu í mars, at raksturin í fyrsta ársfjórðingi fór at geva einar 700 milliónir krónur í halli.
Leiðslan í felagnum væntar kortini, at 2010 verður eitt betri ár enn 2009, men leggur afturat, at avbjóðingarnar eru framvegis stórar.
Altjóða flogferðslufelagsskapurin IATA hevur mett, at flogferðslan fer at hava einar 15,5 milliardir krónur í halli í 2010. SAS sigur, at øskan úr Íslandi ger, at hetta talið verður uppaftur størri.