Gott og væl ein vika er, síðani skandinaviska flogfelagið SAS kunngjørdi, at tað tekur kappingina upp við Atlantsflog um flúgvingina millum Danmark og Føroyar, og longu nú merkir felagið góða undirtøku frá bæði føroyingum og øðrum.
SAS fer frá síðst í mars mánaði at flúgva eina ferð um dagin hvønn dag úr Kjøpinhavn til Føroya og aftur úr Føroyum til Kjøpinhavn, og prísurin á ferðaseðlunum liggur um 649 krónur.
Mariam Skovfoged, pressusjefur hjá SAS, letur væl at ferðaseðlasøluni hesa vikuna, ið farin er, tí um hundrað ferðaseðlar eru seldir um dagin, og tað heldur hon vera góð tøl, tá flúgvingin ikki byrjar fyrr enn í mars.
Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðu við Mariam Skovfoged.