Vit hava einki eyka flogfar til Føroyarutuna, sigur Mariam Skovfoged, pressusjefur hjá SAS.
Aftur í dag avlýsti SAS flúgvingina upp á Føroyar. Hetta er aðru ferð hesa vikuna, at føroyarutan hjá SAS verður avlýst vegna veður. Higartil í ár hevur SAS avlýst 25 flogferðir til og úr Føroyum.
Hósdagin skrivaði in.fo um Unni Hentze á Sandi, ið skuldi fáa norskar gestir á tríggjar daga langa vitjan, sum tó bleiv av ongum, tí SAS avlýsti fyri veður.
Les eisini: Øll ferðin til Føroya var oyðiløgd
Norsku gestirnir sluppu ikki úr Kjøpinhavn til Føroya mánadagin og fingu síðani at vita, at SAS ikki hevði nakað eykaflogfar til taks fyrr enn týskvøldið.
Hetta gjørdi, at norska parið settist aftur, tí so blivu stundir nóg ill til meira enn at koma upp á pláss, fyri síðani at skula avstað aftur.
Fólk fýlast á, at SAS ikki hevur eitt eyka flogfar tøkt, so at tey, sum eru rakt av avlýsingum, kunnu sleppa til Føroya, tá viðrar aftur, heldur enn at bíða eftir og vóna, at pláss er á næsta flogfarinum. Men Mariam Skovfoged sigur, at flognetverkið hjá SAS er ov stórt til, at felagið kann hava eitt eyka flogfar standandi klárt til føroyarutuna.
Síðani í januar hevur SAS avlýst flogferðir til og úr Føroyum 25 ferðir, meðan Atlantsflog stórt sæð hevur flogið ótarnað.
Mariam Skovfoged, pressusjefur hjá SAS, harmast um, at avlýsingar og útsetingar fylla í so nógv í myndini av Føroya-flúgvingini hjá SAS.
Onkuntíð verður fýlst á, at SAS ikki hevur tikið stig til at fáa sær somu útgerð, sum Atlantsflog hevur keypt sær, men sambært Mariam Skovfoged hevur SAS útvega sær hana, men bíðar eftir loyvi frá myndugleikunum at sleppa at brúka hana.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen hevði við Mariam Skovfoged á FM 1 í gjár.