SAS sleppur undan húsagangi

Teir seinastu dagarnar hava søgur gingið um, at skandinaviska flogfelagið SAS fer á húsagang týsdagin, men nú skriva norðurlendskir fjølmiðlar, at felagið hevur funnið eina loysn, so tað slepst undan húsaganginum.

Sagt verður, at leiðslan í SAS fer at leggja bjargingarætlanina fram í morgin, men eftir tí, sum fjølmiðlarnir hava frætt, verður felagið bjargað við, at 1.000 starvsfólk verða uppsøgd, og at hini fara 15 prosent niður í løn. Sambært danska TV2 fer hetta at gera, at rakstrarútreiðslurnar minka tríggjar milliardir svenskar krónur um árið.

Samstundis frættist, at stjórnirnar í Danmark, Noregi og Svøríki, sum eiga SAS, eru til reiðar at veita felagnum trygd upp á fýra milliardir krónur, so felagið kann leingja síni lán í norðurlendskum og evropeiskum bankum.