Sama dag, sum Cimber Sterling hevur kunngjørt sín húsagang, kunnger skandinaviska flogfelagið SAS, at tað hevði 947 milliónir krónur í halli í fyrsta ársfjórðingi. Tað er tvær ferðir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, hóast felagið hevur 300.000 fleiri ferðafólk nú enn fyri einum ári síðani.
Forstjórin, Rickard Gustafson, sigur, at dýrt brennievni er ein meginorsøk til tað stóra hallið, men at onnur viðurskifti so sum hørð kapping gera sítt.
SAS-stjórin væntar, at tað fer at bera til at bøta um úrslitið, so hvørt sum árið fer, men at árið neyvan fer at enda við einum avlopi kortini.
Men tað eru ikki bara Cimber Sterling og SAS, sum hava trupulleikar. Tað stóra týska flogfelagið Lufthansa kunngjørdi í morgun, at tað fer at siga 3.500 fólkum úr starvi fyri at spara.