SAS-stjórin fær stóra lønarhækking

So nógv forvinnur ovasti stjórin í flogfelagnum SAS

Rickard Gustafson er ovasti stjóri í skandinaviska flogfelagnum SAS, sum í næstum eisini fer at flúgva til Føroya. Hann fekk í fjør eina lønarhækking á 35 prosent, og fær nú 10,8 milliónir svenskar krónur í løn.

Hetta skrivar Check-In.

Í farnu viku kunngjørdi SAS annars, at felagið ætlar fáa sær støðir í Bretlandi og Spania fyri at fáa kostnaðin á starvsfólkum niður, tí tað er ov dýrt fyri felagið bert at brúka norðurlendskar lønarsáttmálar. Hetta ger SAS fyri at betra um sína støðu í kappingini við serliga Norwegian og Ryanair.

Nevndin í SAS hevur sent partabrævamarknaðinum eina frágreiðing um lønarhækkingina hjá stjóranum. Har verður sagt, at Rickard Gustafson fór 20 prosent niður í løn í sambandi við kreppuna hjá felagnum í 2012. Í fjør avgjørdi nevndin at hækka lønina aftur, so at hon samsvarar við lønina hjá stjórum í líknandi feløgum í Svøríki.