Fríggjamorgunin fer kabinu-starvsfólkið hjá SAS aftur til arbeiðis. Hesi boðini vórðu givin fyrr í kvøld, eftir ein longri samráðingarfund. SAS upplýsir, at felagið nú fer at gera alt fyri at fáa ferðsluna at ganga so væl sum tilber í morgin, og royna at sleppa undan møguligum seinkingum og avlýsingum.
Hóast hesa ætlanina verður kortini roknað við avlýsingum í morgin, tí tað tekur sína tíð at fáa skipanina millum flogførini og starvsfólkini at rigga aftur til fulnar.
SAS væntar, at einar 30-40 avlýsingar verða í morgin.