Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Klaksvík, har ein maður rendi á tekniska Skúla, beint við høvuðsdyrnar.
Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at bilførarin, sum var ein eldri maðurm, sat deyður í bilinum.
Málið skal nú kannast og tískil veit løgreglan ikki, um maðurin er deyður av stoytinum, ella um han hevur fingið ein hjartatilburð ímeðan hann koyrdi og at tað er orsøkin til, at hann rendi á.
Løgreglan staðfestir, at tá ið hann rendir á, koyrdi hann inn ímillum tvey hús, síðani tvørtur um eina grasplenu og niður av einum garði, áðrenn hann rendi á við skúlan.