Sáttmálaloysi á fjórða ári!

Tað kostar 20.000 krónur eyka um árið, um vit skulu hava eina munagóða giktaviðgerð í Føroyum. Giktafelagið bjóðar tí sáttmálapørtunum til fundar, nú tey á fjórða ári bøla á samráðingum

 

Viðgerðin av føroyskum giktasjúklingum er í andaleypi. Eftir at hava sagt upp tvær ferðir og útsett uppsøgn sína aðrar tvær ferðir valdi giktalæknin tann 1. apríl at takka fyri seg. Fyrst og fremst tí hann hevði mist vónina um, at tað ber til at fáa nøktandi arbeiðsviðurskifti.

 

Læknin hevur fleiri ferðir ført fram, at tað eru fýra viðurskifti, sum hann vildi hava í rættlag, um uppsøgnin skuldi takast aftur. Tá hetta ikki bar til, gjørdist uppsøgnin at enda kaldur veruleiki.

 

Treytirnar og ynskini, sum giktalæknin hevur sett fram, eru í nevndu raðfylgju:

-          Greið sáttmálaviðurskifti við Heilsutrygd

-          At tíðin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum við servitan innan gikt ikki verður nýtt á øðrum deildum

-          At nøktandi hølisviðurskifti komu í lag

-          At søkt varð eftir einum giktalækna afturat

 

Av hesum var tað bert lýsingin eftir giktalækna, sum var komið í rættlag, og tí valdi læknin at takka fyri seg.

 

Tað margháttliga í støðuni er, at júst hetta at seta ein lækna afturat er tað einasta av hesum, sum kostar nakra nevniverda peningaupphædd. Tað hevur eydnast landsstýrismanninum í heilsumálum at flyta tvær mió kr. frá Heilsutrygd til Landssjúkrahúsið, men henda peningaupphædd munar lítið í sjálvum sær.

 

Stóri trupulleikin er, at tað ikki hevur borið til at gjørt sersáttmála fyri giktaøkið. Tað bar annars til í 1982, tá sjúkrakassarnir vóru samráðingarpartur. Hetta varð tó broytt við árslok 2011. Í 2012 gjørdist hetta ein uppgáva hjá eini samráðingarnevnd undir Heilsumálaráðnum, og í 2013 varð uppgávan aftur flutt. Hesa ferð til Fíggjarmálaráðið. Síðani hetta er – sambært samráðingarnevndini - EITT uppskot sent serlæknafelagnum, sum brúkti fleiri mánaðir um at svara noktandi. Sum skilst er nýtt uppskot nú ávegis, men tað broytir ikki veruleikan. Nevnliga at einki sum helst er komið burturúr, hóast samráðingarnar nú ganga á fjórða ári.

 

Giktalæknin hevur alment boðað frá, at hansara krav er ein sáttmáli, sum fylgir sáttmálanum hjá Dansk Lægeforening, har føroyska felagið er limur. Eisini fyri at tryggja støðug viðurskifti á økinum. Í mun til aðra privata viðgerð er eisini galdandi, at øll privat praksis hjá giktalæknanum er farin fram um kvøldið og um vikuskiftið. Dagtímarnar hevur hann hvønn dag verið fult bókaður við sjúklingum. Og hann krevur altso ikki yvirtíðartakstir. Hartil er krav hansara, at einki loft er á árligu upphæddini, so sum tað annars er vanligt í Danmark, tá lækni arbeiðir bæði privat og fyri eitt sjúkrahús. Verður danska loftið nýtt sum hugsað dømi, er hetta rakt longu í apríl, og so má næsti sjúklingurin bíða til januar.

 

Í mun til fyribilsavtaluna, sum var galdandi, er talan um árliga meirútreiðslu upp á 20.000 kr. Hetta er bert eitt lítið klípi av teimum báðum milliónunum, sum tað eydnaðist landsstýrismanninum við heilsumálum at flyta til Landssjúkrahúsið. Men tá samráðingarrætturin er fluttur frá Heilsu- til Fíggjarmálaráðið, gera pengarnir ikki mun kortini.

 

Tað mátti verið eitt sjálvsagt mál hjá serlæknafelagnum at tryggja limum sínum manssømilig arbeiðskor. Tí líkist tað eini óhugnaligari líkasælu frá serlæknafelagnum, tá hugurin at samráðast um korini hjá tí læknanum, ið hevur størsta arbeiðstrýstið, er somikið lítil.

 

Og tað er meira enn vanliga arrogant, tá fíggjarmálastýrið í sínum sáttmálauppskoti krevur at upphæddirnar fyri serlæknaviðgerð skulu lækkast 15%, grundað á flatskattin. Hetta er eitt óhoyrt argument í eini samráðingingarstøðu, og tað munnu bæði fíggjarmálaráðharrin og fólk hansara vera fullgreið um.

 

Giktafelagið vil harðliga átala, at Fíggjarmálaráðið hevur tikið samráðingarrætin á økinum, uttan at ráðið á nakran hátt hevur gjørt eina veruliga roynd at fáa ein sáttmála.

 

Giktafelagið hevur í vikuni verið á fundi við Heilsumálaráðið. Frá landsstýrismanninum og sjúkrahúsleiðsluni hava Giktafelagið og Pero Sore fingið lyfti um, at setunarviðurskiftini hjá sjúkrarøktarfrøðinginum og hølisviðurskiftini hjá giktalæknanum eru komin í rættlag. Og verður hetta sett í verk, so skjótt ein giktalækni aftur er til arbeiðis. Og við einum ungum føroyskum lækna, sum í løtuni nemur sær serkunnleika innan giktaøkið, er tað okkara vón, at vit um fá ár hava tveir væl skikkaðar giktalæknar í føstum starvi í Føroyum.

 

Soleiðis eru nakrir knútar loystir, men størsti knúturin er ikki loystur, tí samráðingaletið hjá Serlæknafelagnum og Fíggjarmálaráðnum hava forðað hesum.

 

Giktafelagið hevur tí boðið Fíggjarmálaráðnum, Serlæknafelagnum, Heilsumálaráðnum og Pero Sore á fund nú mánadagin. Okkara vón er, at allir partar møta til fundar, og at vit her kunnu fáa glið á samráðingarnar, so verandi sáttmálaloysi ikki áhaldandi knúsar møguleikarnar fyri eini munagóðari giktaviðgerð her á landi.