Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava í kvøld longt sáttmálarnar til á midnátt mánakvøldið 4. mai.
Í morgin er dýri biðidagur og 1. mai.
Sáttmálasamráðingarnar halda fram mánadagin 4. mai.
Arbeiðarafeløgini, sum samráðast saman eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag.











