Sáttmálin kom í hús

Í kvøld er nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum handverkarar og meistarar.

Sáttmáli er nú undirskrivaður millum Føroya Handverkarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag/ Føroya Handverksmeistarafelag.

 

Tað var klokkan 10 í morgun, at partarnir hittust saman við semingsmonnum, og nú í kvøld - fyri kanska einum tíma síðan - varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður.

 

Semingsmenn í sáttmálatrætuni vóru Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen.

 

Í morgun segði Terji Sigurðsson við in.fo, at partarnir ætlaðu at vera sitandi til tað røkkur ella støkkur.

 

- Tí hava vit brynjað okkum til at sita við semingsborðið í nakrar dagar. Men, tað kann eisini henda, at partarnir fáa brúk fyri at fara hvør til sítt at umhugsa seg - og so verður tað gjørt.

 

Men, semingsumfarið gjørdist ikki drúgv, tí longu nú - einar 12 tímar seinni - varð alt leyst og liðugt, og nýggjur sáttmáli er undirskrivaður. 

 

Umframt onkrar sáttmálatillagingar og dagføringar varð semja millum partarnar um eina lønarhækking á 1,98% fyrra árið - og 2,25% seinna árið.

 

Hetta er sama støði, sum semja var um við arbeiðarafeløgini fyrr í ár.