Savic ætlar sær meiri enn hetta

HB vann í dag fyri triðju ferð á rað, og venjarin heldur, at tað av álvara gongur rætta vegin

Síðani hann síðst í juni tók við sum HB venjari hevur Dali Savic havt ábyrgdina av HB liðnum í 10 dystum. Í dag vunnu hann og HB áttanda sigurin í felag, tá ið argjamenn noyddust úr Gundadali og út aftur við 3-0 tapi.

 

Tølini siga, at tað av álvara er farið at venda rætta vegin hjá svenska venjaranum og hansara undirsáttum. Tapið í Europa Conference League á útivølli ímóti Newtown var stórt vónbrot, og 2-1 tapið í fyrsta dystinum, sum var á heimavølli ímóti KÍ, var tað, sum tað var. Síðani hevur HB vunnið átta landskappingardystir. Tann áttandi sigurin var í Gundadali ímóti HB í dag.

 

-Eg eri væl nøgdur við avrikið hjá spælarunum, sum í annaðkvøld fáa væl uppiborið fríkvøld frá venjing. So fara vit undir fyrireikingarnar til næstu avbjóðingina, sum verður á útivølli um eina viku ímóti EB/Streymi. Hjá mær og spælarunum snýr tað í løtuni seg ikki so nógv um støðutalvuna. Tað ræður um at fyrireika seg til næstu uppgávuna, og setningurin er at vinna allar dystirnar. So fáa vit í heyst at síggja, hvat endastøðan verður í landskappingini, og hvussu tað fer at roynast í steypakappingini. Vit arbeiða støðugt við at menna liðið, og avrikið í dag bar boð um, at tað gongur rætta vegin, sigur HB venjarin Dali Savic.

 

Hóast AB í løtum hevði hug at bíta frá sær, so var tað HB, sum hevði tak á spælinum, og í fyrra hálvleiki skoraði heimaliðið eitt mál. Miðverjin Hørður H. Askham rak fram eftir miðásinum og smekkaði til, og úr 20 metrum streyk bólturin í málið. Hørður er tann einasti í HB, sum hevur verið á vøllinum í øllum 17 dystunum á tamb, og hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

Eftir steðgin økti Áki D. Samuelsen beinanvegin um munin til 2-0 eftir fínt álop og sending frá Pæturi J. Petersen, og eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið Stefan Radosavljevic staðfesti 3-0 sigurin lítla løtu eftir, at hann var skiftur inn. Ári Mohr Jónsson, sum aftur í dag í útgangsstøðu var í framrættaðum plássi í høgru, átti uppleggið eftir fínt og hugflogsríkt álop.

 

Nýggi AB venjarin Henrik Larsen var ikki so illa nøgdur við avrikið hjá hansara monnum:

 

-Samanspælið var á góðari leið, og vit spældu okkum til fleiri heilt góðar møguleikar. Vit høvdu møguleika at leggja okkum á odda, áðrenn teir skoraðu fyrsta málið, og vit høvdu møguleika at javna til 1-1, áðrenn teir øktu um leiðsluna. Hvussu tað hevði tørnað út, um tað var eydnast at vinna mál úr teimum møguleikunum, fáa vit ongantíð at vita. Vit arbeiða miðvíst, og nú er næsta avbjóðingin, tá ið vit fáa vitjan av KÍ, sigur nýggi AB venjarin.

 

 

 

HB – AB 3-0 (1-0)

 

1-0: Hørður H. Askham 24.

 

2-0: Áki D. Samuelsen 49.

 

3-0: Stefan Radosavljevic 62.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen (Eivind Restorff Mouritsen, 87.), Bartal Wardum (Øssur M. Dalbúð, 66.), Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Dan í Soylu, Heðin Hansen, Adrian Justinussen – Ári Mohr Jónsson, Pætur J. Petersen (Rani wenningsted Sørensen, 87.), Áki D. Samuelsen (Stefan Radosavljevic, 61.)

 

AB: Rói Zachariasen – Jákup Pauli Breckmann, Erik McCue, Ramzi Toure Idrissou, Teitur D. Olsen (Danis Zvirkic, 70.) – Marius Kryger Lindh, Matthias Præst Nielsen, Santiago Nicolas Lebus, Thomas Kirkeby Junge (Brandur Jákupsson, 84.), Emil Seedorff Sørensen (Jonas Sapienza, 40.) – Bartal S. Petersen (Ragnar Rasmussen, 70.)