Savnaðu 7.247.177 krónur til Ukraina

Tað komu góðar sjey milliónir krónur inn í beinleiðis konsertini, sum Reyði Krossur skipaði fyri í Lívdini í kvøld sum varð send beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Konsertin var klokkan 19 í kvøld og varð send beinleiðis í sjónvarpi.

Tónleikarar á konsertini vóru: Eyðun Nolsøe, Lív & Tróndur, Lena Anderssen, Signar í Homrum,  Ingi Poulsen, Kári P., Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, Karl Martin og Rúna á Heygum, Fríði Sigmundsson, Rókur Jákupsson, Georg eystan Á og Hans Edward Andreasen, Jens Marni Hansen, Elin Brimheim, og Ester Kristiansen.

Vertir vóru Barbara Holm og Uni Holm Johannesen úr Kringvarpinum.

Fólk kundu flyta pengar við at ringja 90 56 56 og lata 150 krónur. Eisini ber til at stuðla umvegis bankarnar:

• Bank Nordik: 6460 4946954

• Betri: 9181 4950013

• Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776

• Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387