Nú verður møguligt hjá íðkarum í koyristóli, sum eru lág á vøkstri ella hava smærri og størri trupulleikar við bein- og/ella armrørslum av ymiskum orsøkum, at íðka badminton í Føroyum.
HBF hevur júst sett nýggjan venjara úr Portugal, ið eisini hevur royndir við para-badminton. Samstarvið millum HBF, ÍSF og BSF er komið í lag, tá HBF vendi sær til ÍSB fyri at vita, um áhugi var at byrja para-badminton í Føroyum, skrivar Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi í Ítróttarsambandinum fyri brekað í tíðindaskrivi frá HBF, BSF og ÍSB.
Ein royndarvenjing verður 4. mars, og er ókeypis.
Regin Hammer, formaður í HBF heldur, at tað er eitt gylt høvi at bjóða para-badminton út, nú útlendskur venjari er komin til felagið.
-Nógvar ítróttargreinar geva ikki fólki, ið bera brek møguleika at venja, so tá ið vit nú hava møguleikan at bjóða fram para-badminton, er tað avgjørt eitt positivt stig fyri badminton sum heild í Føroyum, sigur hann.
Para-badminton er skjótt vaksandi ítróttargrein, og verður eisini við á fyrsta sinni á Paralympisku leikunum í Tokyo í 2020.