Eitt fólk doyði, og fýra fingu álvarssamar løstir, tá ein ísbjørn leyp á nøkur bretsk ferðafólk á Svalbard í nátt. Norsku fjølmiðlarnir skriva, at myndugleikarnir hava sent tvey sjúkraflogfør frá Tromsø til Longyearbýin á Svalbard.
Á sýslumansskrivstovuni á Svalbard siga tey, at bretarnir vóru til gongu á ísinum einar 40 kilometrar frá Longyearbýnum, tá bjørnin leyp á teir. Aftenposten skrivar, at bretarnir ringdu eftir hjálp í morgun, og at ein tyrla varð send á staðið. Tað er ikki greitt, hvat síðani hendi, til tað eydnaðist bretunum at skjóta ísbjørnina.