Schandorff Vang til OL sum dómari

Um bert tvær vikur skal Schandorff Vang úr Føroyum til Beijing, har hann skal vera dómari í bogaskjótikappingini í olympisku leikunum Bogaskjúttin Schandorff Vang stendur nú fyri størstu avbjóðingini, ein kann fáa innan døming, nevniliga at døma við Olympisku Leikirnar.

Shandorff Vang er sum vera man spentur uppá uppgávuna. At sleppa at døma kring heimin er stuttligt og gevur tað nógvar upplivingar og nógvar nýggjar vinir. Men at døma í stórum kappingum er ikki beinleiðis feria, sum mong halda, sigur hann.

- Dagarnir eru langir og strævnir. Vanliga byrja vit við morgunmati klokkan 7 og fara síðan til kappingarøkið at rigga til og kanna eftir, at alt er í lagi, og sjáldan eru vit aftur á hotellinum fyrr enn um klokkan. 19. Eftir døgurðan er eftirmeting. Hetta er so at siga hvønn dag. Og dagin eftir, at seinasta finalan er skotin, verður man settur í flogfarið og sendur heim aftur, sigur Schandorff Vang.

Soleiðis verður eisini við OL. Dagin eftir komuna til Beijing byrjar skráin við, at búnar og útgerð skulu fáast til vega. Síðan skal kappingarbreytin kannast, so alt stendur mát sambært altjóða reglum.

- Eg veit ikki enn, um vit dómarar sleppa við til setanina, men vanligt er, at tey, sum hava fingið umboðsskjal frá altjóða felagsskapi, fáa atgongd. Og slíkt skjal havi eg longu fingið, sigur Schandorff Vang

Ætlanin er, at Schandorff Vang skal senda dagligar tíðindastubbar frá bogaskjótikappingini OL 2008 til heimasíðuna hjá Bogaskjótideildini www.archery-fo.net.

Á heimasíðuni er eisini nógv annað er at frætta um ferðina hjá Schandorff Vang til Ol og um virksemið hjá felagnum annars.