Komandi vikuskifti verður høvi hjá vestmenningum og havnarfólki at hoyra messu nr. 2 í G-dur hjá Franz Schubert. Schubert varð føddur 1797 og doyr 1828 bert 31 ára gamal.
Messan í G-dur, sum Schubert skrivaði bert 18 ára gamal, er nr. 2 av seks messum, og er eisini tann stytsta og hevur bert strúkarar og orgul í orkestrinum. Messan er í 6 pørtum, sum vanligt var: Kyrie eleison (Harri miskunna), Gloria in excelsis deo (Heiður veri Guð í tí hægsta), Credo (trúarjáttan), Sanctus (Heilagur er Harrin), Benedictus (Vælsignaður tann, sum kemur í navni Harrans) og Agnus Dei (Lamb Guðs, sum ber heimsins synd).
Messan er skrivað fyri kór, soli og orkestur. Solistar eru Petra Iversen sopran, Graeme Rudd tenor og Ólavur Jøkladal bass. Tónleikarar eru strúkarar úr Føroya Symfoniorkestri og leiðari er Kári Bæk, sum í ár stjórnar bæði Vestmanna Sangkóri og Tórshavnar Kamarkóri.
...og jólakonsert
Umframt Schubert-messuna, verður annað forvitnisligt at hoyra. Kamarkóri fer at syngja 2 Ave Maria: eftir spanska tónaskaldinum Tomas Luis de Victoria (1548-1611) og eftir russiska tónaskaldinum Sergej Rachmaninov (1873-1943). Vestmanna Sangkór syngur tveir sangir, sum danski kórleiðarin John Høybye hevur lagt til rættis fyri kór og ljóðføri: »Maria gennem torne går«, týskt vísulag og ìHeimsins frelsari er herî, lag úr miðøld. Felagskórið syngur eisini nakrar av okkara kendu advents- og jólasálmum.
Konsertirnar verða í Vestmanna Kirkju leygardagin 6/12 kl 18.00 og í Vesturkirkjuni sunnudagin 7/12 kl 16.00.
Slíkar konsertir eru ikki heilt ódýrar at fyriskipa, og takka vit:
Vestmanna Kirkju, Føroya Sparikassa, Tórshavnar býráð, Mentunargrunni Føroya Løgtings fyri stuðulin.
Í Vesturkirkjuni verður høvi at stuðla tiltakinum, við at lata eitt oyra aftaná konsertina.