Hava viðgjørt 13 mál um sammóðurskap

Familjufyrisitingin hevur viðgjørt 13 mál um børn við tveimum møðrum

1. januar 2022 fingu lógarbroytingar í lóg um rættarstøðu barnanna (lov om børns retsstilling) gildi. 

Familjufyrisitingin skrivar í ársfrágreiðingini fyri 2024, at lógarbroytingin hevði við sær, at kvinnuligi hjúnafelagi ella samlivi hjá føðandi kvinnu kann skrásetast sum sammóðir at barni teirra, um ávísar treytir eru loknar. 

Verður kvinna skrásett sum sammóðir, átekur hon sær rættindi og skyldur sum foreldur. 

Familjufyrisitingin viðgjørdi sjey mál um skráseting av sammóðurskapi í 2022. Flestu teirra vóru mál, sum snúðu seg um at skráseta sammóður at barni, ið ikki var nýføðingur. 

Samlaða talið av málum viðvíkjandi sammóðurskapi lækkaði nakað í 2023, tá ið Familjufyrisitingin viðgjørdi í alt fýra mál um sammóðurskap. Og síðani lækkaði talið aftur í 2024, tá tvey mál um sammóðurskap vóru viðgjørd. Í einum føri var talan um váttan av sammóðurskapi, eftir at barn var føtt, meðan hitt málið var lagt til viks orsakað av vantandi viðvirkni frá umsøkjara, skrivar Familjufyrisitingin.