Schwartz vaks upp í Norðagøtu. Foreldrini vóru Nicolina og Amaliel Jacobsen. Hon var úr Norðagøtu, og hann var av Skipanesi. Tey búsettust á Barkhellu. Schwartz palar at taka til, hvussu lívligt tað var har í grannalagnum. Í teimum trimum húsunum hjá Amalieli, Eliesari og Hellu Meinhardi vóru tilsaman 38 børn!
Nicolina og Amaliel fingu tólv børn. Otto, sum størsta partin av lívinum búði í Boston í USA, var elstur, Sofus, Frederik, Piddi og Hanna búsettust í Klaksvík, har Schwartz eisini búði í umleið eina fjórðingsøld, áðrenn hann miðskeiðis í sjeyti árunum flutti aftur til Gøtu. Jenny býr í Havnini, Arna búði á Sandi, Jóhannes býr í Saltangará, so kom Martin, ið doyði sum tólv ára gamalur, Lina býr í Runavík, og Selma býr í Leirvík. Otto doyði í 1992, Sofus doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970, og Arna doyði í fjør.
Schwartz fór stutt eftir kríggið til Havnar, har hann eitt skifti smíðaði hjá Herlufi hjá Vága Heina. Tað var torført at fáa gott timbur eftir kríggið, og eftir at Schwartz hevði verið eitt ár í Havnini, flutti hann til Klaksvíkar, har hann fór í læru á snikkaraverkstaðnum, sum Kjølbro hevði á Varpinum.
Fyrstu tíðina var Hans Josephsen ella Hans í Miðvági, sum hann varð nevndur í Klaksvík, meistari. Eftir at hann var farin fyri seg sjálvan, var Karl Hansen ella Tofta Karl meistari. Kjølbro hevði eisini snikkaraverkstað á Vágsheygnum. Áðrenn Karl fór fyri seg sjálvan og bygdi verkstað úti í Klaksvík, var hann á Vágsheygnum.
Schwartz varð meistari á Varpinum inntil fyrst í sjeyti árunum, og har arbeiddi hann væl saman við eitt nú Eli hjá Mikkjal Peturi, Jóhannesi í Dali og Doriusi í Árnafirði. Hesir hugnaligu og fryntligu menninir eru allir farnir.
So fór Schwartz undir fyrireikingar at fara undir framleiðslu av plastvindeygum. Fyrstu royndirnar vórðu á Gerðareiði í Klaksvík. Miðskeiðis í sjeyti árunum flutti hann í Gøtudal, har verkstaður og sethús vórðu bygd. Virkið hjá Schwartz vaks skjótt. Nógv fólk varð í arbeiði hjá honum, verkstaðurin varð fleiri ferðir víðkaður, og hurðar og vindeygu frá AluPlast gjørdust kend um alt landið.
Schwartz giftist í 1954 við Noomi. Foreldur hennara vóru Sanna og Richard Joensen, sum høvdu bygt á Heygum. Richard, sum átti tveir beiggjar - Jakku á Geilini og Hugo Gardar - doyði heilt tíðliga av sjúku, og Sanna var konubrot, sum stríddist við at fáa tey sjey børnini undan. Noomi, sum er fødd á Ólavsøku í 1930, var nummar fimm í røðini.
Noomi og Schwartz búsettust á Gerðareiði í góðum grannalagi, sum miðskeiðis í fimmti árunum og nógvu tey næstu árini var rættuliga barnaríkt. Noomi og Schwartz fingu tríggjar dreingir. Richard føddur í 1955 er giftur Annu Kjærbo í Havn. Tey búgva í Havnini. Amaliel føddur í 1958 er giftur Lenny Dalbø úr Syðrugøtu. Tey búgva í Norðagøtu. Súni føddur í 1963 er giftur Anitu Solmunde úr Søldarfirði. Tey búgva á Argjum. Noomi og Schwartz eiga níggju barnabørn.
Tað gjørdist serliga væl millum húsini hjá okkum, og tað man vera mangur saman við okkum, sum minnist aftur á góðar løtur saman við teimum og í heiminum hjá Noomi og Schwartz. Tey hava verið fyrikomandi og gestablíð, og hjá teimum hevur valdað friður og Guds ótti. Schwartz hevði ofta eitt stutt og beinrakið orð á møtunum í Betesda, har hann eitt skifti fyrst í sjeyti árunum plagdi at vera saman við teimum ungu, sum savnaðust hóskvøldarnar. Eftir at tey vóru flutt til Gøtu, hevði Schwartz í nógv ár stóra ábyrgd í Filadelfia, har 80 ára føðingardagurin verður hildin leygarkvøldið.
Vit heilsa Noomi og Schwartz, takka fyri gott vinarlag í meiri enn hálva øld og fegnast um, at tað leygarkvøldið ber til at heilsa upp á Schwartz, nú hann heldur rundan føðingardag.
Jóannes