Seinasta dømið um politiska rættarloysið

Óli Jacobsen

Seinasta dagin í fiskimannafelagnum fekst enn eitt dømi um almenna politiska rættarloysið í føroyska samfelagnum.
Henda søgan snýr seg um val av Avgjalds- og skattakærunevndina, sum avgreiðir kærur um avgerðir, sum verða tiknar av Toll- og Skatt. Hetta er ein fimm mannanevnd, og ein av teimum verður valdur eftir tilmæli av fakfeløgunum.
Nevndin skuldi veljast av nýggjum pr. 1.januar 2007 fyri eitt fýra ára skeið, og í hesum sambandi fingu fakfeløgini í desember bræv frá Fíggjarmálaráðnum um at geva tilmæli um lim í nevndina.
Seks fakfeløg senda síni tilmæli. Trý av teimum mæla til at velja Ingeborg Vinther. Hesi trý feløgini umboða groft roknað 10.000 limur. Eitt felag mælir til at velja sama nevndarlim aftur, og hetta felag umboðar groft roknað 1.000 limir.
Við hesi innstilling skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at landsstýrismaðurin velur tann sum hevur trý feløg og 10.000 limir aftanfyri seg.
Men hann ger tað beint mótsetta, nevniliga at útpeika uppskotið frá einum felag við 1.000 limum aftanfyri seg sum nevndarlim.
Grundgevingar fyri fyri hesi avgerð er eisini sera avdúkandi fyri demokratiska hugburðin hjá Bárð, at tað er hann og ikki fakfeløgini sjálvi, sum skulu avgera hvør ið skal umboða fakfeløgini.
Ein grundgeving er tann, at sitandi nevnd hevur játtað at taka við afturvali. Hetta er sjónarmið kann bert hava áhuga fyri teir limir, sum landsstýrismaðurin einsamallur tekur avgerð um. Tað kann í hvussu er ikki telja í samband við limin, sum skal umboða fakfeløgini.
Hin grundgevingin er, at nevndin hevur virkað væl. Her skal eisini sigast, at ein slík meting hjá landsstýrismanninum kann í hvussu er ikki hava týdning fyri, hvør ið skal umboða fakfeløgini í nevndini.
At nevndin hevur virkað væl er tað fleiri meiningar um. Tá FF gjørdi sína innstilling gjørdu vit vart við, at vit settu okkum ímóti, at forkvinnan í nevndini, Turið Debes Hentze, varð afturvald, tí vit høvdi ikki álit á henni. Vit sendu eisini væl undirbygdar grundgevingarnar fyri hesum, og eru tær at finna í míni seinastu ársfrágreiðing.
Her varð m.a. víst á, at kærunevndin hevur staðfest, at tað ongan týdning hevur fyri hana, um Toll og Skatt í síni framløgu av einum máli nýtir ósannindi ella um hon í heila tikið lýsir málið, sum er til viðgerðar.
Tá vit so sjálvir lýstu málið, eftir at Toll og Skatt hevði noktað at útvega tilfar, sum nevndin hevði biðið um, boðaði kærunevndin frá, at framløgdu upplýsingarnir kortini ikki týdning fyri viðgerðina av málinum uttan at hetta var grundað á nakran hátt.
Bárður Nielsen metir nevndina at virka væl, tá hon á slíkum grundarlagi gevur honum viðhald og tí vil hann hava nevndina at halda fram.
Úrslitið er, at Bárður hevur sett til viks eina heilt greiða innstilling frá fakfeløgunum við nevndu óviðkomandi grundgevingum. Fyri fakfeløgini merkir hetta, at tey eins væl ongan lim høvdu havt.
Eingin skipað mannagongd.
Vit síggja, at Bárður ger í hesum málinum sum tað, sum passar honum, við at sjálvur at seta tað umboð fyri fakfeløgini, sum hóskar í hansara kramm. Hetta greitt brot á eina skipaða mannagongd, har hann sjálvsagt ongan annan reellan møguleika skuldi havt enn at fylgja eini greiðari innstilling.
Tá ein landsstýrismaður so greitt fremur brot á eina greiða lógaráseting, hvat kann hann so ikki finna uppá í øðrum málum! Og hvat kunnu vit tá vænta av restini av politisku skipanini?
Løgmaður hevur eftirlit við landsstýrismonnunum. Hvat sigur hann til eina mannagongd sum hesa?

Dokumentir:
1.



Skatta- og avgjaldskærunevndin .

§ 22. Skatta- og avgjaldskærunevndin viðger toll- og skatta- og avgjaldskærur.
Stk. 2. Í Skatta- og avgjaldskærunevndini eru 5 av landsstýrismanninum tilnevndir limir. 2 av limunum skulu vera lógakønir, 1 skal vera roknskaparkønur, 1 skal umboða arbeiðsgevarafeløgini og 1 verkamannafeløgini. Landsstýrismaðurin tilnevnir umboðini fyri arbeiðsgevarafeløgini og verkamannafeløgini eftir tilmæli frá feløgunum.

Henda lógargrein áleggur heilt greitt landsstýrismannin at tilnevna umboð ”eftir tilmæli frá feløgunum”. Her skuldi eingin ivi um at landsstýrismaðurin við fleiri tilmælum eigur at seta tann, sum hevur størstu undirtøkuna. Men fyri at tryggja nevndini ”arbeiðsfrið” hevur hann valt at seta nevndarlim, sum hóvar honum, og tekur hann tískil fakfeløgini av ræði.



2.


Hetta er skjalið sum prógvar, hvussu Bárður Nielsen tilvitandi setir eitt greitt tilmæli hjá fakfeløgum til viks í stríð við galdandi lóggávu.