Seinasta roynd at barga Landsbankanum miseydnast

Tað er nú greitt, at seinasta royndin at bjarga Landsbankanum frá at verða avtiknan, fer at miseydnast.

Samgongan samtykti beint fyri jól at avtaka Landsbankan, men nú hevur Tjóðveldi lagt uppskot fram um at ógilda avgerðina, so at Landsbankin heldur fram.

Uppskotið hevur verið til viðgerðar í Løgtinginum og síðani hevur Fíggjarnevndin viðgjørt tað.

Fíggjarnevndin hevur havt tveir fundir um málið og er nú komin við eini niðurstøðu.

Meirilutin í nevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, Bárður Nielsen, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen og Bill Justinussen, vísa á, at tað eru ikki meiri enn slakir tríggir mánaðir síðani, at Løgtingið samtykti at avtaka Landsbankan.

Síðani er einki er komið fram um, at hetta skuldi verið ein skeiv avgerð, sigur meirilutin stutt og greitt.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eisini greitt Fíggjarnevndini frá, at arbeiði við umskipanin gongur eftir ætlan, leggur meirilutin afturat.

Tí tekur meirilutin ikki undir við málinum og sostatt er greitt, at tað verður felt.

Tað ger minnilutin hinvegin, Minnilutin eru tey bæði javnaðarfólkini, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss fyri Tjóðveldi og tey mæla til at samtykkja uppskotið.

Í drúgvum áliti siga tey, at hetta er seinasti møguleikin hjá Løgtinginum at steðga hesi skaðiligu ætlanini.