Hóast veðrið hevur verið gott seinastu dagarnar og tíðin, tá loyvt er at skjóta lomvigu, álku og lunda, nú er um at renna út, hevur lítið og einki verið at hoyrt um, at menn hava gjørt sær dælt av hesum. Loyvt er nevniliga at skjóta lomvigu, álku og lunda frá 1. oktober til og við 20. januar, sum er í morgin.
Á Facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - hevur Páll Gregersen í Gøtu í dag tó lagt út viðheftu mynd. Hann sigur, at túrurin í dag gav tilsamans 21 fuglar, 10 lomvigur, 10 lundar og eina álku. Teir vóru eystur úr Svínoynni, einar 14 fjórðingar úr landi, tá teir vóru longst til havs, leggur Páll Gregersen aftrat.
Ein annar, sum eisini hevur verið á svartfuglaveiði í dag, er Birgir Johannesen, sum sigur, at teir fingu 40 fuglar eystur úr Fugloynni. Hann hevur tó ikki viðmerkt, hvussu nógvir fuglar vóru av hvørjum slagi, men bara at samlaða talið gjørdist 40.
Tey, sum skjóta, hava onga fráboðanarskyldu, og tískil eru eingi neyv hagtøl yvir svartfuglaveiði.
Á Facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - sæst, at onkrir menn fingu nógvan fugl í byrjanini av vertíðini. Sagt verður frá túri hjá monnum, sum ein dag fingu upp í 200 fuglar norðan fyri, og í einum øðrum føri er sagt frá túri, har menn á einum báti fingu 102 fuglar.
Svartfuglur sum lomvigi og álka er sera góður og vælsmakkandi matur, og tá loyvda veiðitíðin er avmarkað, er hetta eisini sera forkunnugur matur á døgurðaborðinum.
Kjak hevur áður verið á síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - um veiðan eftir svartfugli kanska skuldi havt eitt hámark í tali av fugli fyri hvørja veiðiferð. Men, ymiskar meiningar hava verið um hetta, sum sjálvsagt eisini er væntandi.