Flogvøllurin í Kastrup fær nýggja útgerð, og í einari skiftistíð fer tað at elva til seinkingar á flogrutum Tey, sum ferðast við flogfari til og úr Danmark, kunnu rokna við seinkingum aftan á nýggjár, sigur danska útvarpið.
Tann 29. desembur verður ein nýggj eftirlitsskipan tikin í nýtslu á flogvøllinum í Kastrup. Av trygdarorsøkum hava myndugleikarnir gjørt av, at tað fyrstu tíðina verða komurnar og fráferðirnar heldur færri enn nú, og tað fer at elva til seinkingar upp í ein tíma, verður sagt.
Umframt nýggju eftirlitsskipanina fær flogvøllurin í Kastrup eisini eitt nýtt torn. Íløgan kostar 1,2 mia. krónur, sigur DR.