Seinkingar á nógvum flogvallum

Tað gongst illa hjá teimum størstu flogvallunum í Evropa at halda tíðirnar hjá flogførunum

Nýggj tøl frá evropeiska flogfelagsskapinum AEA vísa, at tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru 22,4 prosent av øllum flogførunum, sum komu ella fóru frá teimum størstu flogvallunum, seinkað meiri enn eitt korter. Tað var uppaftur verri enn somu mánaðir í fjør, tá 20,5 prosent av flogførunum vóru seinkað.

AEA sigur, at tað gongur skjótari at avgreiða ferðafólkið og viðførið nú enn í fjør, men harafturímóti brúkaflogvallirnir longri tíð enn fyrr at gera av, hvørja leið tey einstøku flogførini skulu flúgva.

Heathrow-flogvøllurin við London er tann, sum hevur størstu trupulleikarnar við at halda tíðirnar hjá flogførunum. Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru meiri enn 44 prosent av flogførunum seinkað meiri enn eitt korter, áðrenn tey fingu loyvi at seta seg ella sluppu á flog haðani.

Teir størstu flogvallirnir í Norðanlondum hava ikki tey bestu hagtølini at vísa á, tá tað snýr seg um at halda tíðirnar hjá flogførunum. Helsinki er tann triðringasti í Evropa í so máta. Har eru 29,2 prosent av flogførunum seinkað. Í Keypmannahavn eru 25,7 prosent av flogførunum seinkað, í Stockholm 23,2 prosent og Gardermoen í Oslo 22,9 prosent.