Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða leiktar í kvøld. Kyndil møtir triðju-deildar liðnum hjá KÍF í Hoyvíkshøllini, meðan StÍF fær vitjan av VÍF. Fyrri dysturin millum Kyndil og KÍF endaði við sannførandi 44-23 sigri til Kyndil, og tí skuldi dysturin verið ein avgreiðslu spurningur hjá Kyndli.
Hinvegin er lagt upp til ein sannan gysara á Skála í kvøld. Fyrra hálvfinalan endaði við einum teprum 24-23 sigri til strandingar, og tí er onki avgjørt undan dystinum. Spennandi verður um strandingar triðja árið á rað klára at tryggja sær finalusess, ella um vestmenningar fara at steðga teimum.
Báðar hálvfinalurnar byrja kl. 20.00. Dómarar á Skála verða Sámal Hansen og Kristian Johansen úr Neistanum, meðan Kári Hansen og Trúgvi Mortensen úr Tjaldrinum døma dystin millum KÍF og Kyndil í Hoyvíkshøllini.