Sekkur til suðuroyingar

Tað skulu heilt aðrir bollar á suppuna, um teir í VB/Sumba skulu hava møguleika at spæla seg til stig og sigrar

Fótbóltur

Fótbólturin hevur tað ikki gott í Suðuroy. Tað hava úrslitini í hesum kappingarárinum boðað frá. Á Skála Skírisdag fingu áskoðararnir hetta so rudduliga staðfest.
VB/Sumba vóru komnir norður at verja um tað, sum teir høvdu í viðførinum. Í 1. hálvleiki vóru teir sera varnir. Eftir steðgin fluttu teir seg longri fram, og tá høvdu teir bóltin ikki so heilt lítið. Fyrri parturin av 2. hálvleiki minti ikki so lítið um 3. deildardyst av gamla slagnum. VB/Sumba hevði bóltin ein part av tíðini, men teir vóru sørir frameftir, og teir á heimaliðnum vóru lítið áhugaðir í at blanda seg ov nógv.
Vlada Filipovic, sum var komin aftur í Skála málið, hóast hann framvegis tykist eitt sindur skaddur, hevði millum evarska lítið og einki at gera.
At heimasigurin ikki gjørdist størri enn 5-0, átti VB/Sumba málverjin Marcin Dawid sín part av heiðrinum fyri
Undan steðginum var tað Alexandur Johansen, sum skoraði tvey mál. Í útgangsstøðuni var hann frammarlaga í vinstra borði. Hann reikaði nógv, og í tí leiklutinum trívst hann væl. Eftir steðgin kom Alexandur ikki á vøllin. Eftir drúgva skaðasteðgin, sum helt honum burtur frá fótbólti mest sum alt árið í fjør, er eingin orsøk at leggja ov nógv fyri. Serliga tá ið spurningurin var avgreiddur, hvagar stigini skuldu fara, og tá ið avloysarin var so góður, sum Levi Hanssen er tað.
Triðja málið fekk Poul N. Poulsen, sum er uppvaksin í VB, og sum hesa ferð fekk møguleikan í høgru hjá Skála, tí Bjarni Jørgensen var skaddur. Fjórða málið fekk Jónhard Frederiksberg, eftir at hann og Bogi Gregersen høvdu spælt seg ígjøgnum, og liðformaðurin og miðvallar generalurin Pauli G. Hansen setti punktum,
At Skála fekk futt í aftur seinna partin av 2. hálvleiki komst av, at teir umskipaðu eitt sindur. Bárður Danielsen, sum í ár hevur endurvunnið plássið á høgra vongverjanum, sum hann misti eitt skifti eftir summarsteðgin í fjør, fekk loyvi at blanda seg longri frammi á vøllinum, meðan Pætur Dam Jacobsen, sum tað í orðsins sanna týdningi haltaði eitt sindur hjá, varð fluttur longri aftur, har hann ikki hevði trupulleikar at taka sær av verjuuppgávuni.