Seks leikarar halda fram í HB

Símun Samuelsen, Rógvi Holm, Alex Jose dos Santos, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen og Jógvan Skeel Nolsøe halda allir fram í HB komandi kappingarár

Tað er um hetta mundið, at feløg gera klárt til komandi kapp­ing­arár. Tað sæst eisini aftur á tíðinda­flutninginum, sum meiri og meir snýr seg um leikarar, ið leingja sáttmálar við síni feløg. Í HB hevur einki verið at hoyrt, men fríggja­dagin kom fyrsti sáttalin í hús, tá felagið longdi sáttmálan við Símun Samuelsení heili trý ár.
– Tað var eitt ynski frá bæði mær og felagnum, at sáttmálin var longri enn komandi kappingarár. Vit blivu so samdir um, at trý ár var passaligt, sigur Símun Samuelsen við Rás2.
Símun Samuelsen kom fyri trim­um árum síðani til HB úr íslendska Keflavík. Hann hevur hesi trý árini skotið 35 mál í 130 dystum fyri høvðusstaðarfelagið.


Verjan heldur fram
Rógvi Holm, Alex Jose dos Santos og Jógvan Rói Davidsen hava allir spælt í verjuni hjá HB í ár. Teir hava eisini allir longt sáttmálan við høvðusstaðarfelagið. Alex Jose dos Santos kom til HB í fjør frá EB/Streymi. Brasiliumaðurin húsast á vinstra bakki hjá HB og tað ger hann tey komandi trý árini.
Rógvi Holm skifti til HB í 2010 og hevur øll trý árini verið fastur maður á liðnum. Hann er annars upp­vaksin í AB og hevur eisini roynt seg í skotska Aberdeen sum yngri. Hann hevur eisini verið lið­skipari á U21 landsliðnum og var við í minniliga sigrinum á Russlandi. Tað hevur tikið eitt sindur av tíð hjá honum at koma fyri seg í HB.
Rógvi hevur skrivað ein tvey ára sáttmála.
Eisini raski høgri bakkurin, Jógvan Rói Davidsen, heldur fram í felagnum. Hann varð í fjør kosin til ársins leikara í felagnum og serliga er tað heilhjartaði innsatsurin, ið hevur viðvirkað til tað. Hann hev­ur eins og Símun og Alex longt sátt­málan við trimum árum.

Teir yngru leingja
Eisini Tróndur Jensen og Jógvan Skeel Nolsøe hava longt sínar sátt­málar við barndómsfelagið. Tróndur Jensen fekk sínar fyrstu dystir í bestu deildini í fjør og hev­ur arbeitt seg so smátt inn á fyrsta liðið. Sáttmálin er galdandi fyri tvey ár.
Jógvan Skeel Nolsøe, heldur eis­ini fram í barndómsfelagnum. Fram­herjin hevur spælt 40 dystir í bestu deildini og skotið fýra mál. Hann hevur longt sáttmálan í trý ár.