Seks nevndarlimir í Barcelona hava sagt seg úr nevndini og finnast harðliga at leiðsluni í fótbóltsfelagnum.
Teir seks nevndarlimirnir - tveir teirra varaforsetar og fýra stjórar - finnast at fíggjarliga leistinum hjá leiðsluni, umframt at teir hvassliga finnast at handfaringini av einum máli í ferbruar mánaða, har leiðslan í felagnum mátti út at avsanna, at felagið hevði leigað eina miðlafyritøku at finnast at egnu leikarum.
Í februar mánaði var forsetin í felagnum, Josep Maria Bartomeu, undir illgruna fyri at hava fingið miðlafyritøkuna I3 Ventures at tosa illa um egnar leikarar, teirra millum Lionel Messi.
Í opnum brævi skriva teir seks fyrrverandi nevndarlimirnir, at neyðugt er hjá felagnum at halda val, soleiðis at nýggjur forseti kann veljast.
– Sum okkara seinastu tænastu til felagið mæla vit til, at val verður hildið so skjótt sum umstøðurnar loyva, soleiðis at felagið kann leiðast á besta hátt og fáast við tær avbjóðingarnar, ið eru í nærmastu framtíð, skrivaðu teir seks í brævinum.
Í svari til uppsagnirnar hóttir Barcelona við rættarligum avleiðingum fyri ákærur, ið ein av teimum seks, Emili Rousaud, er komin við í sponsku pressuni.
Barcelona vil vera við, at uppsagnirnar eru avleiðing av umstrukturering, ið Bartomeu hevur sett í verk og sum væntandi eru avgreiddar innan fáar dagar.