Heilsumálaráðharrin, bústaðarmálaráðharrin og mentamálaráðharrin mugu siga tingsessunum farvæl.
Tað eru heilsumálaráðharrin Nicola Blackwood, mentamálaráðharrin Rob Wilson og bústaðarmálaráðharrin, Gavin Barwell, ráðharrin fyri altjóa menning Jaes Wharton, ungdómsministarin, Jane Ellison og Ben Gummer, sum stendur Theresu May, forsætisráðharra sera nær.
Tað er nú greitt, at Konservativi flokkurin við Theresu May forsætisráðharra ikki longur hevur avgjørdan meiriluta í tinginum,
Tað skrivar tíðindastovan Reuter, eftir at 633 av 650 sessum í tinginum mannaðir.
Sambært BBC fáa tey Konservativu 309 sessir, nú tað mangla 17 valdømi at verða tald.
Tey Konservativu høvdu avgjørdan meiriluta áðrenn valið í gjár, sum Theresa May skrivaði út fyri sjey vikum síðani.
Fyri at fáa stjórnarvaldið skal ein flokkur hava 326 sessir í tjóðartinginum. Í praksis er tað tó 323, tá teir norðurísku nationalistarnir í Sein Fein ikki brúka sínar sessir.
/ritzau/