Føroyska sjónleikaraumhvørvið fegnast, tí eisini í Danmark fylgja tey við og eru varug við, at dygd er at finna á føroyska sjónleikarapallinum.
Og ein ,ið fegnast, er Marita S. Dalsgaard, leikstjóri og leikari. Hon skrivar soleiðis á sínum vanga á facebook:
CPH Culture hevur heili seks tilnevningar av føroyskum yrkiisleiki og yrkisleikarum fyri leikárið 25/26.
TVAZZ og Leikhús SKIFT hava tríggjar tilnevningar við sjónleikurin UPPHAV eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard. Framførdur av Gunnvá Zachariasen, leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard, við tónleiki eftir Onnu Katrin Ø. Egisltrøð og visuellari sniðgeving av Silju Grimstad. Tilnevndingarnar eru til: SÆSONENS NYE SKUESPIL (EFTER FREMMEDSPROGET FORLÆG) 2025/26, SÆSONENS SÆRPRIS 2025/26 og SÆSONENS GÆSTESPIL.
Tilnevnd til SÆSONENS GENNEMBRUD 2025/26 er Durita Dahl Andreassen (Den fremmede), Teatret Møllen/Teater V. Hon varð eisini tilnevnd til årsins Reumert 2026 fyro besta høvðusleiklut.
SÆSONENS SCENOGRAFI 2025/26: Arnarulunnguaq – den store lille kvinde (Marionet Teatret) Samal Blak.
Heilt serligt er tað at Gunnvá Zachariasen er tilnevnd til SÆSONENS HÆDERSPRIS 2025/26 . “For imponerende teaterkunst i den forløbne sæson og en bemærkelsesværdig karriere i teatrets tjeneste. “
Vinnararnir verða almannkunngjørdir tann 1. August 2026.
Og Gunnvá og Marita gera í skrivandi løtu klárt á G!, har leikurin "Upphav" verður framførdur sum nakað av tí fyrsta í ársins G! skrá.
Í dag, tann 16. Juli 2026, opnar UPPHAV G! Kl. 16.00
Tvazz, Gunnvá Zachariasen, Marita S. Dalsgaard, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Durita Dahl Andreassen.











