Seldi gullur til sultanin av Oman

Hóast hann er føddur í New York og vaks upp síni fyrstu seks ár í Los Angeles og Keypmannahavn, so kallar Christian Nagata seg fyri klaksvíking og føroying. Mest sum av tilvild endaði hann í Føroyum sum partur av »ferðagóðsi«, tá fosturforeldrini fluttu heim. Og hóast hann og konan upparbeiddu eina suksefulla fyritøku í Los Angeles, førdi heimlongsulin hjá serliga konuni tey aftur til Føroya, har hann hevur upparbeitt eitt stórt og vælsmurt samtak innan KT- og samskifti

Leo Poulsen

Vit kenna hann best sum stjóri í Nema, og seinastu tíðina helst enn betri sum stjóra í Prentmiðstøðini, men tað er mest sum av tilvild, at Christian Nagata endaði í Føroyum í sínari tíð.
- Eg eri føddur í New York. Mamma mín er donsk og pápi mín japanari, harav útsjóndin, sigur Christian Nagata.
Fyrstu árini pendlaði hann millum Keypmannahavn og Los Angeles, har mamman arbeiðir við filmsgerð.
Hon er filmsframleiðari, og pápi mín fæst eisini við lýsingarfilmar og tílíkt. Tað var nokk ikki altíð so lætt at taka sær av einum lítlum smádreingi, samstundis sum mamma var fult upptikin við arbeiði sínum, og tí endaði tað við, at eg var eftir í Keypmannahavn, har Agnar og Evy á Dul passaðu meg, sigur Christian Nagata.
Agnar og Evy á Dul vóru ung tá, kanska um 20-21 ára aldur, og tey tóku øll fýra systkinini í pleygu.
- Eg eri væl yngstur. Og so hendi jú tað, at Agnar fekk arbeiði heima í Føroyum, og tá var jú neyðugt at flyta til Klaksvíkar. Hini trý systkinini vóru sum nevnt væl eldri, og eg haldi, at eg bara flutti heim til Føroya við sum okkurt slag av ferðagóðsi, sigur Christian Nagata.
Hetta var í 1974, tá Christian var seks ára gamalur.
- Eg havi ofta hugsað um tað seinni, at eg var yngstur av børnunum hjá mínum biologisku foreldrum, men gjørdist elstur av børnunum hjá mínum fosturforeldrum, sigur Christian Nagata.
Men hóast hann er føddur í New York og uppvaksin fyrstu árini í Los Angeles og Keypmannahavn, er hann ikki í iva um sín samleika.
- Agnar og Evy á Dul eru míni foreldur, og eg eri klaksvíkingur og føroyingur, sigur Christian Nagata.

Byrjaði tíðliga
Hann hevur altíð verið tilvitaður um, at hann var ørvísi enn hini børnini.
- Eg minnist eina hending, tá eg fór at ganga í skúla í Ósáskúlanum, at eg varð kroystur upp í ein krók í skúlagarðinum av hinum børnunum, sum stóðu í ein runding og hugdu eftir mær. Eg var jú hesin lítli, klæni asiatin við teimum skeivu eygunum, svarta hárinum og brúnu húðini, og tað var ikki nakað, ið klaksvíksbørn vóru von við, sigur Christian Nagata.
Hann var ógvuliga rokaligur sum smádrongur.
- Eg byrjaði tíðliga at arbeiða. Áhugin fyri fiski og sjógvi var stórur, so eg var ikki rættiliga gamal, tá eg byrjaði at egna hjá útróðrarbátunum, sigur Christian Nagata.
Sum drongur og hálvvaksin hevði hann ein heilt greiðan dreym.
- Eg elskaði sjógv, fisk og sjólívið, so eg var heilt avgjørdur um, at eg skuldi gerast skipari, sigur Christian Nagata.
Hann fekst við nógv ymiskt, og umframt at egna umvældi hann súklur og starvaðist eisini eina tíð í handlinum Heygabúðin í Klaksvík.
- Tú kanst siga, at uppvøksturin gekk við at fáa skúlan aftur um bak, sigur Christian Nagata.
Men hóast fólkaskúlin gjørdist fortíð, so brast dreymurin um at gerast skipari.
- Eg fekk ein diskusprolaps, og bleiv skurðviðgjørdur í februar 1984, júst fyltur 15. So tú kanst siga, at fiskidreymarnir fóru í fiski, sigur Christian Nagata.
Eftir lokna skúlagongd arbeiddi hann so eitt ár í handli og eitt ár hjá Grannskoðara.
- Tað var hjá Impact, ið Jógvan Sundstein tá átti, sigur Christian Nagata.

Hitti konuna á Kgl. Bókasavninum
Í 1989 tók hann so ta avgerð, at fara niður til Keypmannahavnar at lesa.
- Og tað fór eg við teirri avgjørdu sannføring um, at eg ongantíð fór at koma aftur til Føroya. Eg var troyttur av manglandi ambitiónum og vantandi politiskari stýring, sigur Christian Nagata.
Aktivur, sum hann altíð hevur verið, arbeiddi hann við síðuna av lestrinum.
- Eg fekk starv í Unibank, ið nú eitur Nordea, og endaði sum leiðari av eini deild, ið menti KT-skipanir. Eisini arbeiddi eg nógv í Føroyingahúsinum við føroyingum, sigur Christian Nagata.
Hetta nógva arbeiði gjørdi, at leygardagurin varð lagdur av at gera heimaarbeiði.
- Og tað fór fram á Kongiliga Bókasavninum, og tað var júst har, eg hitti konu mína, Elina Winther Poulsen, ið gjørdi sín juralestur lidnan, sigur Christian Nagata, sum sjálvur er útbúgvin cand.merc.aud.
Eftir lokna útbúgving gjørdu tey bæði so av, at royna eydnuna í USA.
- Vit høvdu júst tá fingið okkara annað barn, og eg seldi tað mesta, sum eg átti, eitt nú bilin og íbúðina, og so løgdu vit til brots. Onkrar stólar og líknandi sendi eg til Føroya, men tað var meira ein gestus, tí vit vóru sannførd um, at vit ongantíð skuldu aftur til Føroya, sigur Christian Nagata.
Tey fluttu so til Los Angeles, og at tey vóru til reiðar at bróta burtur úr nýggjum vísir best, at tey bert høvdu átta flytikassar við sær.
- Vanliga verður sagt, at tá tú flytir á slíkan hátt, brúkar tú 16 flytikassar fyri hvørt fólkið. Vit høvdu átta tilsamans, so tað var avgjørt fyri ikki at koma aftur, at vit fluttu, sigur Christian Nagata.

Byrjaði urafyritøku
Í Los Angeles finst eitt grannalag, ið er bygt upp við tí serliga endamáli, at hýsa filmsfólki, ið eru í Hollywood eina tíð til onkra uppgávu.
- Vit vórðu innkvarterað í einum av hesum íbúðunum, inntil vit funnu okkara egna. Og vit vóru spent at royna eitt heilt nýtt lív og heilt nýggjar avbjóðingar, sigur Christian Nagata.
Tað var sjálvandi ein stór umvelting, at flyta úr kalda og gráa Keypmannahavn til summar og sól 365 dagar um árið.
- Vit búðu so í Los Angeles, men arbeiddu í Beverly Hills. Tað var ikki bara sum at siga tað at flyta fýra fólk og rykkja alt upp við rót, sigur Christian Nagata.
Tey fóru so undir at byggja eina nýggja fyritøku upp.
- Vit fóru undir at framleiða ur. Tað verða seld 1,3 trilliardir ur um árið, og tað er meira en eitt ur til hvørt fólk á jørðini. Tað eru eisini nógvir framleiðarar innan urverðina, og tí kravdi tað nakað serligt, tó at marknaðurin var stórur, sigur Christian Nagata.
Fyritøkan kalaðist fyri Chase-Durer, og hevði sæti í Beverly Hills, har sniðgeving, marknaðarføring og søla fór fram.
- Vit byrjaðu við einum sniði og ongum sølustað, og arbeiddu okkum síðani spakuliga upp. Tá eg avviklaði fyritøkuna, áðrenn vit fluttu heim, høvdu við 150 snið av urum, seldu í 200-250 handlum, umframt distribuering í Miðeystri, sigur Christian Nagata.
Urini vórðu framleidd í Sveis og í Hong Kong.

Keyptu B52 flogfar
Tað ráddi í stóran mun um at hugsa uttan fyri boksina.
- Vit gjørdu so tað, at vit settu okkum í samband við flogvápnið og keyptu ein part av einum B52 bumbuflogfari. Tey vórðu lagrað úti í oyðimørkini og ikki brúkt meira. So vit fingu skorið stýrhúsið av einum flogfari og smeltaðu tað um til barrur, sum vit síðani framleiddu myntir burtur úr. Hesar vórðu síðani stemplaðar við búmerkinum hjá B52 flogførunum og nýtt sum baksíða á urunum, sigur Christian Nagata.
Hetta skundaði undir søluna, tí amerikanarar eru ógvuliga ernir av júst B52 bumbuflogførunum, sum ryggásin í flogvápninum hjá amerikanarum.
- Hetta var ætlað sum serlig ur til amerikanska herin, ið vóru í Afganistan og Irak, sigur Christian Nagata.
Eisini upparbeiddu tey eitt samband við sultanin av Oman.
- Har fingu vit tað samband, at hann á hvørjum ári keypti átta ur úr reinum gulli og løgd við gimsteinum. Hetta vóru ur, sum hann nýggi sum gávu, sigur Christian Nagata.
Men hóast virksemið gekk strúkandi, so byrjaði tankin um at flyta heim aftur til Føroya at nørast.
- Tað er so, haldi eg, at kvinnur hava tættari tilknýti til familju og vinir, eins og tað sosiala netverkið, og Elin vildi sleppa heim aftur til 188 Paradise, sum hon kallar Hoyvík, sigur Christian Nagata.
Tey samdust so um, at so skjótt, sum hann hevði fingið avviklað fyritøkuna, skul,du tey flyta heim.
- Elin flutti fyrst heim, og í eini tvey ár pendlaði eg so millum Føroyar og Los Angeles. Eg var í Los Angeles í sjey vikur og í Føroyum tríggjar vikur, sigur Christian Nagata.

Stovnaði Nema
Hann hevði onkuntíð eitt ella tvey børn við til USA á sínum ferðum.
- Eg vildi læra tey aðra mentan og at tey skuldu uppliva aðra mentan. Eg pladi eisini altíð at lesa søgur fyri teimum á enskum, so tey skuldu kenna seg væl við anska málinum, sigur Christian Nagata.
Hetta var sjálvandi strævi at pendla so langa leið, tí tað tók 24 tímar at ferðast millum Los Angeles og Føroyar.
- Tað eydnaðist so at avvikla fyritøkuna í endanum av 2004. Eg havi altíð verið arbeiðssamur, og en minnist, at eg kom heim til Føroya ein hósdag, og mánadagin eftir byrjaði eg sum fíggjarleiðari hjá Shell, ið nú eitur Magn, sigur Christian Nagata.
Ein av orsøkunum til, at tey gjørdu av at flyta heim til Føroya, var, at nú høvdu tey roynt at búð í Los Angeles, so nú var tíðin at venda nøsina heim eftir.
- Eg fann skjótt út av, hvar eg skuldi leggja mína arbeiðsorku, og tað var innan sølu- og marknaðarføring. Eg upplivdi altíð eina manglandi tænastu, støðið var snøgt sagt ov lágt, sigur Christian Nagata.
Hann fekk møguleikan, tá hann tók við sum stjóri á Com-Data og ReproZ 1. mai 2006.
- Hetta starvið var jú innan KT og samskifti, og eg hevði jú KT royndir frá mínumm starvi í Unibank, sigur Christian Nagata.
Hann heldur, at tey eru komin langt innan tænastuvinnuna í mun til fyri 15 árum síðani, men enn er langt á mál.
- Um vit hyggja at okkara Nema handli, so er hann fult á hædd við líknandi handlar uttanlands, sigur Christian Nagata.
22. februar 2007 varð so Nema samtakið sett á stovn, og umframt nevndu feløg, so er eisini fyrrverandi Farodane við í samtakinum.
- Vit hava nú eitt fullkomið samtak, sum eisini umfatar Sendistovuna og Prentmiðstøðina. Lýsingarstovur eru ógvuliga sárbarar mótvegis konjunktursveiggjum, og kunnu lættliga fara av knóranum, og tí er tað skilagott, at leggja fyritøkurnar saman, sigur Christian Nagata, sum heldur sambandið við USA viðlíka við á hvørjum ári at ferðast hagar við børnunum, so tey alla tíðina kunnu læra seg nýggja mentan.