Mánadagin ber til at keypa atgongumerkir til Jóansøkufestivalin 2009. Bíligari er at keypa í forsølu, og hartil ber eisini til at keypa sonevnd familjuatgongumerkir
Mánadagin verður farið undir at selja atgongumerkir til Jóansøkufestivalin, sum verður á Tvøroyri í ár.
Í forsølu kosta atgongumerkini 250 krónur, og við inngongdina kosta atgongumerkini 350 krónur. Børn undir 12 ár sleppa inn ókeypis saman við vaksnum.
Til ber eisini at keypa familjuatgongumerkir, og kosta hesi 750 krónur, og eru hesi galdandi fyri tvey vaksin og tvey børn (í aldrinum 13-17 ár).
Mánadagin ber til at keypa atgongumerkir, men atgongumerkini verða við inngongdina til festivaløkið býtt um við festivalarbond.
Atgongumerkir kunnu keypast hjá Magn í Vági, Magn í Trongisvági, Statoil í Vági, Statoil á Tvøroyri, kunningarstovunum í Havn, í Vági og á Tvøroyri, og í Suðuroyar Sparikassa.
Jóansøkufestivalurin er í ár skipaður sum stuðulstiltak til frama fyri at gera saltsiloina á Drelnesi til mentanarhús.
Jóansøkufestivalurin 2009 verður á bryggjuøkinum við pakkhúsini hjá Thomsen á Tvøroyri, og har var festivalurin eisini í 2007, og riggaði hugnaliga umhvørvið stak væl til endamálið.
Higarrtil hevur Jóansøkufestivalurin kunngjørt nøvnini Crawling Blue, 200, Páll Finnur Páll, Martin Joensen, Jens Marni Hansen og DJ Flemse úr Danmark. Men enn eru ikki øll nøvn avdúkað, og í komandi døgum verða fleiri nøvn avdúkað, siga fyrireikararnir.
Til ber at vitja heimasíðuna www.joansokufestivalurin.eu