BankNordik hevur selt húsini, sum bankadeildin í Vestmanna húsaðist í, til hon lat aftur í 2011. Tað er bókhaldsvirki PFJ Bókhald, sum hevur keypt húsini.
Tað var í mai í 2011, at BankNordik gjørdi at gevast í Vestmanna, og eitt hálvt ár seinni lat deildin aftur.
BankNordik hevur nýliga eisini selt húsini, sum deildin í Sørvági helt til í, til hon lat aftur.