Leygardagin hevur Klaksvíkar Ítróttarfelag uppboðssølu av listarverkum. Hetta tiltak er áður roynt við góðum úrsliti, og nú verður ein nýggj roynd gjørd.
Mikukvøldið letur framsýningin av verkunum upp, og listin hjá royndum listarmonnum og øðrum kendum persónum kann síggjast í Café KÍ fram til leygardagin. Tá ið framsýningin letur upp mikukvøldið, fara limir úr bólkinum I Am at spæla.
Leygarkvøldið kl. 19.00 verður so sjálv uppboðssølan, har øll kunnu bjóða upp á verkini.
Tað er ein røð av kendum listarmonnum og kendum persónum, sum ikki hava útmerkað seg við málningalista áður, sum hava málað málningarnar.
Amariel Norðoy og Eli Smith er millum tey kendu listarfólkini, men fólk sum Anfinn Kallsberg, Torbjørn Jacobsen, Jastrid Gullaksen, Jákup Mikkelsen, Steinbjørn O. Jacobsen og Bjørn Kalsø eisini royna seg við penslinum.