Tað er við blandaðum kenslum, at vit, aftaná 80 ára samstarv, selja blaðið, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, og greiðir frá, at limir og veljarar nú mugu ásanna, at flokkurin er komin til eitt vegamót, og at nútíðin og menningin av blaðnum krevja, at eigaraviðurskiftini verða broytt.
Um blaðið skal menna seg frítt, er neyðugt, at vit sleppa tí. So tað er í eins stóran mun í kærleika til blaðið, at vit ganga nútíðar krøvum á miðlaøkinum á møti, og vit eru sannførd um, at sølan bert fer at gagna blaðnum. Leiðslan og starvsfólkini á Sosialinum hava prógvað, at tey eru før fyri at reka fyrrverandi vindeyga hjá Føroya Javnaðarflokki víðari við kærleika og virðing, sigur formaður floksins. Og hann staðfestir, at sølan eisini leysgevur orku og pening í flokkinum, sum kann verða nýttur til at menna og modernisera felagsarbeiðið í flokkinum, samstundis sum veruleikin hevur prógvað, at tað í dag ber at reka ein flokk, uttan at eiga eitt málgagn.
- Tað er ikki uppgávan hjá Javnaðarflokkinum at eiga og reka fyritøkur. Nú kunnu vit savna okkum um at føra politikk, sigur formaðurin við sorgblíðni.