Óðalsjørð er tann jørð, sum einstaklingar eiga. Landsjørðina eigur landið. Og nærum helvtini av jørðini í Føroyum eigur landið. Sostatt eru nógvir pengar at heinta her, um landsjørðin verður seld – sum ein av okkara lesarum skjýtur upp. Fyri mongum árum síðani søgdu útrokningar hjá Føroya Óðalsfelag, sum er felagið hjá privatu jarðareigarunum, tað vil siga ikki festarum og traðarmonnum, at henda inntøkan av at selja landsjørðina tá var um 600 milliónir krónur. Hetta er tríggjar ferðir so nógv, sum ætlaða økingin av ríkisveitingini skuldi vera – ella nakað sum svarar til umleið tað sama sum árliga ríkisveitingin.
Zakarias Wang telist millum teirra, sum hevur strongt á at einskilja landsjørðina. Á heysti í fjør segði hann millum annað soleiðis í skrivi stílað beinleiðis til festarar og traðarmenn:
- Munurin millum Føroyar og onnur lond, sum vit bríggja okkum um at samanbera okkum við, er at her er tað almenna størsti jarðareigarin. Hvørja ferð, nakað skal gerast á tí almennu jørðini, er tað ein almennur myndugleiki, sum skal taka støðu til málið. Hetta er óhoyrt aðrastaðni, og tað er greitt, at hetta hevur sera stórar avleiðingar fyri tað virksemi, sum her fer fram.
Sostatt sær Zakarias Wang – og fleiri við honum – annað enn fíggjarligan vinning av at broyta býtið millum jarðareigararnar, soleiðis at parturin hjá landinum gjørdist munandi minni. Og hvarv hann heilt – tað vil siga varð seldur og einskildur – hevði tað, sambært einari ikki heilt nýggjari kanning hjá Føroya Óðalsfelag, givið umleið 600.000 milliónir krónur.