Semingsmenn fingu nærum hálva millum

Tað kostaði fakfeløgunum og almennu arbeiðsgevarunum 440.000 krónur, tá Terji Sigurðsson og Hákun Steingrímsson virkaðu sum semingsmenn í tvær vikur í november mánaði. Skjøl, sum Sosialurin hevur finigð innlit í vísa, at rokningin frá teimum báðum er góðar 218.000 krónur í part.

Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini, sigur við blaðið, at tað líkist ongum, at semingsmenn skulu hava so stóra samsýning:

? So stóra rokning fyri seming havi eg ongantíð áður sæð, og næstu ferð verða vit noydd at avtala eina samsýning frammanundan, sigur Snorri Fjallsbak.

Semingsmenninir sjálvir vilja onga viðmerking gera við Sosialin, tí - sum Terji Sigurðsson sigur - at hetta viðkemur ongum øðrum, enn pørtunum, sum samráðast.

Sosialurin hevur eisini spurt tey fimm fakfeløgini, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Pedagogfelag,

Føroyar Lærarafelag, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Starvsmannafelagið, men eingin av fakfelagsfeløgunum ynskir at gera viðmerkingar til, at tey gjalda tveimum monnum eina heila ársløn hjá eini arbeiðskvinnu fyri semingsarbeiði í tvær vikur.

Tímalønin hjá semingsmonnunum er 1.500 krónur um tíman - og hóast fakfeløgini ikki vilja siga, um hetta er ov mikið, so er heldur Fíggjarmálaráðið, at hetta er alt ov mikið, skrivar Sosialurin, sum kom á gøturnar seinnapartin.