Leiðararnir í ES-londunum eru komnir ásamt um at nýskipa stóra og tunga landbúnaðarsektorin, og serliga kemur hetta at merkjast við broytingum í reglunum fyri stuðulsveitingar.
Í veruleikanum fara nýskipanirnar at merkja, at tað verða færri stórir garðar, ið beinleiðis verða riknir sum ídnaður, tí hesir stóru garðarnir fara at missa upp í 30 prosent av núverandi stuðlinum.
Í staðin vil ES fremja ein grønari og meira umhvørvisvinarligan landbúnað.
Stuðulsveitingarnar til europeiskan landbúnað fegna um meira enn 40 prosent av samlaðu fíggjarlógini hjá ES og eru størsti einstaki posturin í samveldinum.